Tvær ferðir 3-1

At ÍF eigur góðar flogbóltsleikarar á kvinnusíðuni, er ongin ivi um, tí tær liggja greitt á odda og eru ósigraðar eftir fimm dystum

KÍF-ÍF 1-3 (22-25, 17-25, 25-20, 17-25)

Mjølnir-ÍF 1-3 (16-25, 19-25, 26-24, 24-26)


Innan fáar dagar hava ÍF-kvinnurnar megnað at vunnið tveir truplar útisigrar, báðar við settúrslitunum 1-3. Tann fyrri var í Kollafirði, móti KÍF og tann seinni var í gjárkvøldið í nýggju høllini í Klaksvík, móti Mjølni.


KÍF á triðja plássi

Við ósigrinum í vikuskiftinum móti ÍF, megnaðu tær úr Kollafirði ikki at leggja sjógv millum seg og vágaliðið Drátt. Liðini liggja nú bæði á seks stigum, og kappingin harðnar um plássini, nú flestu liðini hava fingið spælt nakrar dystir.


Tap á nýggjum undirlagi

Hóast Klaksvíkskvinnur hava fingið nýggja glæsuliga høll at spæla sínar dystir í, megnaðu tær ikki at koma á stigatalvuna heldur hesa ferð. Hetta er teirra fjórði dystur, og enn hava tær onki stig vunnið sær, eins og Fleyr, ið liggur á síðsta plássinum í Meistara deildini. Mánadagin tóku Mjølnir móti ÍF, og eisini úr Klaksvík megnaðu ÍF at vinna. Úrslitið varð, fyri aðru ferð innan fáar dagar, 3-1 til kvinnurnar úr Fuglafirði.