Á føðideildini á Landssjúkrahúsinum er friðarligt í hesum døgum. Har eru einans fýra mammur við børnum, og tvær teirra fingu hvør sína lítlu dóttur sjálvan jólaaftan.
Næsta barnið
Karin Maria Djurhuus og Rúni Petersen búgva í Fuglafirði, og er lítla diddan næsta barn teirra. Frammanundan eiga tey trý ára gamla Óla, sum nú er vorðin stóribeiggi.
Karin Maria, sum er 25 ár, var sett at eiga 12. desember, so sigast kann, at lítla læt bíða eftir sær. Hon var fødd jólaaftan klokkan 13.38, vigaði 3825 g. og var 55 cm. long.
- Hetta var deiligasta bleyta jólagávan ein kann hugsa sær, sigur Karin Maria, og hyggur niður á didduna, sum alla tíðina hyggur beint uppá mammu sína.
Eitt jólabarn
Sóley og Jan Hermansen búgva í Hoyvík og lítla diddan, við vakra myrka hárinum, er fyrsta barnið tey eiga saman. Jan eigur tó fimm ára gomlu Ronju, sum nú hevur fingið eina lítla systur at spæla við. Sóley var sett at eiga 20. desember, so hon var væntað ein av jóladøgunum.
- Øll argaðu við, at eg fór at eiga jólaaftan, og so var, sigur 32 ára gamla Sóley og brosar til lítlu dukkuna, sum var fødd klokkan 20.21, vigaði 3350 g. og var 53 cm. long.
Friðarligt á deildini
Báðar mammurnar liggja nú á føðideildini saman við døtrunum og tíbetur gingu báðir føðingarnar væl. Her er sera friðarligt í hesum døgum, tí fólk vilja helst heim á jólum.
- Jólaaftan vóru tað bara vit báðar við monnum og so ein onnur familja á deildini, so her var deiliga friðarligt og vit fingu jóladøgurða við dunnu og øllum, greiða tær frá.
Spurdar, hvussu tær ímynda sær føðingardagarnar hjá døtrunum, siga tær, at jólaaftan verður ikki tann sami aftur.
- Vit fara helst at innføra ein nýggjan jólasið í familjuni, so vit halda mogunføðingardag jólaaftan, sigur Sóley.
Karin Maria greiðir frá, at tey vanliga fara til Havnar at halda jól saman við familju hennara, so tey fara helst at útseta barnaføðingardagin til ein av døgunum eftir jól.










