Smiðjan hjá HydroTech á Eiði er farin at gera tvíkiljur til útflutnings. Fríggjadagin kom eitt danskt farmaskip til Eiðis við fýra skrokkum til alibátar, sum HydroTech skal gera lidnar á Eiði. Ein av hesum bátunum skal til Skotlands, har hann skal brúkast í alivinnuni.
Hjá HydroTech á Eiði er nógv at gera. So nógv, at teir klára ikki alt við føroyskari makt aleina. Bæði pláss og arbeiðsmegi mangla. Tí er neyðugt at gera partar av arbeiðinum uttanlands. Plásstrotið eru teir tó í ferð við at bøta um. Tað verða bygdar tvær nýggjar hallir á ídnaðarøkinum við havnina á Eiði. Ein samlað gólvvídd upp á 1.200 fermetrar. Tá arbeiðið er liðugt verður onnur høllin nýtt til goymsluhøll, meðan hin verður nýtt til at gera millum annað skip. Har kunnu tá standa fýra før inni samstundis, sigur fíggjarleiðarin á HydroTec, Jørmund Foldbo.
Vit tosa um skipasmíð av serligum slagi. Tvíkiljur til alivinnuna. Hesir skrokkarnir, sum koma úr Letlandi, eru 11 metrar langir og 5 metrar breiðir.
HydroTech hevur áður smíðað alibátar av hesum slagnum, og teir hava roynst væl, sigur fíggjarleiðarin. Bæði bátar, sum teir hava gjørt sjálvir og bátar, har skrokkarnir hava verið innfluttir. Fyri jól í fjør komu eisini tveir skrokkar úr Letlandi. Teir vórðu lagdir upp í Havn og so fluttir við lastbilum til Eiðis.
Teir báðir fyrstu bátarnir, HydroTech gjørdi, vóru ein stálbátur til eitt alibrúk í Kollafirði, meðan hin var ein aluminiumsbátur til Klaksvíkar. Triðji báturin, HydroTech smíðaði, er seldur alistøðini Gulanum í Havn, og eisini teir eru væl nøgdir við bátin. Tann báturin er eitt sindur minni enn hinir. Ein bátur stendur í gerð í løtuni. Hann skal til Suðuroyar. Teir, sum brúka bátarnar siga, at stálbáturin er betri at arbeiða við enn aluminiumsbátarnir. Skrokkurin er tyngri og liggur tí betri við ringarnar. Hesir fýra skrokkarnir, sum nú komu úr Letlandi, eru allir úr stáli. Hesir bátarnir skulu eitt sindur víða. Ein til Kaldbaks, ein á Skálafjørðin, ein til Kollafjarðar, meðan tann fjórði skal til eitt skotskt alibrúk.
Bátarnir fáa ísettar Iveco motorar, sum HydroTech umboðar. Teir fáa tveir motorar hvør. Ein til hvønn kjølin. Av HydroTech verður sagt, at kostnaðurin verður eitt lítið sindur ójavnur fyri bátarnar. Alt eftir, hvussu teir verða útgjørdir. Men fíggjarleiðarin leggur ikki í at nevna nøkur tøl.
Skrokkarnir skulu sandblásast og málast við Ljósá. So verða teir liðugt monteraðir á Eiði. Tað vil siga við motorum, el-instalatión, krana, koppi og hvørjum, sum nú skal til.
Fíggjarleiðarin á HydroTech, sigur, at teir eru komnir í samband við skotska kundan, sum skal hava tann eina bátin, gjøgnum norðmenn, sum eru við í føroyskari alivinnum. Hesi somu norðmenn hava eisini áhugamál í Skotlandi, og á tann hátt er HydroTech komið á skotska marknaðin.
Í løtuni er onkur heilt konkretur fyrispurningur, og á HydroTech vænta teir okkurt aftrat, tó at einki fast er avtalað.
Hydro Tec var umboðað á fiskivinnumessuni í Glasgow fyri stuttum, og tá var áhugi fyri modellinum av tí fyrstu tvíkiljuni, HydroTech smíðaði. Hóast áhugin var til staðar, valdu menn tó at bíða við at taka nakrar avgerðir, til teir høvdu sæð tann bátin, sum nú skal til Skotlands.
Fíggjarleiðarin á HydroTech, sigur, at tað skuldu ikki verðið teir stóru trupulleikarnir at selt bátar til Skotlands. Tí krøvini, myndugleikarnir har seta slíkum førum, eru tey somu sum í Føroyum. So har skal einki eyka takast við, sigur hann.
Annars flytir HydroTech væl av besløgum til alivinnuna út. Serliga er tað til Noregs, har teir rættiliga hava fingið fótin fyri seg.