Tað var ikki hissini umgang, ið neyðars kvinnurnar hjá Tjaldur fingu um vikuskiftið. Tey bæði fremstu liðini í Sunset-kappingini hava bæði tvey vitjað í Runavík í vikuskiftinum, og manningin hjá Tjaldur er bukað bæði reyð, gul og blá.
Fríggjakvøldið var tað oddaliðið VB, ið var á vitjan, og tá gjørdist talan um ein lemjandi 14-58 ósigur. Tveir dagar seinni vóru steypavinnararnir úr Stjørnuni og vitjaðu, og enn einaferð var talan um eitt satt skrædl. Kvinnurnar úr Klaksvík vunnu nevnliga stórt, 56-10, so ikki kann sigast annað, enn at Tjaldur um vikuskiftið av álvara fekk at merkja, hvussu stórur munurin er á toppi og botni í Sunset-kappingini.
Vit hava tíverri ikki fingið nakrar dómaraseðlar sendandi úr Runavík, og tí ber ikki til hjá okkum at gera nakað hagtalsyvirlit fyri dystirnar báðar.