Petur Pólson og Knút Háberg Eysturstein manna Tuxedo Rebels: ein gamal nýggjur bólkur, sum í næstum spælir konsertir kring landið.
Bólkurin varð stovnaður í 2002, og var upprunaliga hugsaður sum ein síðuverkætlan, har teir báðir Petur og Knút kundu dusa sær við at tulka og framføra tøkuløg hjá nøkrum av teirra felags hetjum, eitt nú Bob Dylan, Leonard Cohen, Ben Harper, U2, Pearl Jam, Hank Williams, Johnny Cash, Neil Young og Creedence. Eitt tíðarskeið settu rebelskir tónar og svartir klædningsjakkar dám á barrir, caféir, gospelkonsertir og ungdómshús kring landið.
Longu frá byrjan tendraðist sangskrivingarneistin, og hóast tøkuløg vóru spæld fyrstu mongu árini, hava teir báðir allatíðina droymt um at geva út plátu við egnum tilfari. Tá Knút flutti niður í 2008, vóru hesi viðurskifti sett á pausu, men nú hava teir gjørt av at brúka nettupp frástøðu og útlegd sum fortreyt fyri at skriva og taka upp sangir.
-Skype samrøður tvørturum hav. Upptøkur úr ymsum herðashornum. Soleiðis eru umstøðurnar fyri komandi Tuxedo Rebels plátuna, ið ber arbeiðsheitið Transcontinental. Ætlanin er at gera fleiri upptøkur í páskafrítíðini, og Tuxedo Rebels fara tí at spæla nakrar konsertir kring landið, til tess at fáa eitt sindur av road mileage í sangirnar áðrenn upptøkurnar, siga Knút og Petur við portalin í dag.
Tuxedo Rebels verða at hoyra live á hesum støðum, og afturat sær hava teir Benjamin Petersen á gittar og Per Ingvald Højgaard Petersen á slagverk:
Hós. 21. mars - Sirkus, Havn, Streymoy
Frí. 22. mars - Tøting, Gøta, Eysturoy
Ley. 23. mars - Frelsunarherurin, Vági, Suðuroy
Sun. 24. mars - Gl. Skúli, Sørvágur, Vágoy
Hesum boða fyrireikarar frá í dag.










