Í tíðindaskrivi í dag kallar Tutlnevdin inn til aðalfund 11. februar kl. 17.00-19.00 á loftinum í Café Natúr.
Millum innkomnu málini er uppskot frá nevndini um inngjald frá limana parti av fløgusøluni til felagið, fyri á hendan hátt at styrkja marknaðarføringina hjá Tutl.
Nevndin í felagnum ætlar at taka hetta mál upp til kjak á aðalfundinum, og verður høvi hjá limum at geva sítt ískoyti til hvussu ætlanin skal skipast og setast í verka á besta og mest praktiska hátt.
Allir limir í felagnum og áhugaði annars vælkomin á aðalfund.