TUTL setur altjóða samskipara

Økta útflutningsvirksemið av føroyskum tónleik sæst aftur í, at TUTL 1. januar hevur sett Fróða Tórálvsson Stenberg í fulltíðarstarv sum altjóða samskipara.

Økta útflutningsvirksemið av føroyskum tónleiki sæst aftur í, at TUTL 1. januar hevur sett Fróða Tórálvsson Stenberg í fulltíðarstarv sum altjóða samskipara.

Fróði er farin í starv á skrivstovuni hjá FACTORY 92 í Hamburg sum altjóða samskipari fyri TUTL.

Hetta er ein tónleikaumboðstova við sæti í Hamburg, sum tvinnar saman PR, marknaðarføring, verkætlanarsamskipan og ráðgeving under einum taki.

Arbeitt verður serliga á stóra týskmælta marknaðinum, men eisini í øðrum europeiskum londum.

FACTORY 92 byggir á meira enn 10 ára royndir innan tónleikaídnaðin, og røkir dagliga mesta partin av altjóða virkseminum hjá TUTL. Fleiri av listarfólkunum, ið geva út umvegis TUTL, eru somuleiðis umboðaði av FACTORY 92:
FACTORY 92 heldur sostatt fram við at taka sær av altjóða partinum av virkseminum hjá TUTL, ið hervið veksur um sítt altjóða virksemi í 2014, tó nú við Fróða við róðrið..

2014 sær eisini út til at gerast eitt spennandi ár fyri føryskan tónleik: Listafólk sum Dánjal, Benjamin og Sakaris hava nýggjar útgávur á veg. Eivør fer á ein túr týskmælta økinum aftur í mars mánaða og í summar skulu Hamferð luttaka á hópin av festivalum í Europa.

Tónleikarin og komponisturin Kristian Blak stovnaði Plátufelagið TUTL í 1977. TUTL hevur síðani byrjan verið leiðandi umboð og útgevari av føroyskum tónleiki. Katalogið hjá TUTL fevnir í dag um fleiri enn 500 útgávur, har av eitt ótal hava fingið bæði føroyskar og altjóða viðurkenningar. Tað fevnir um alt frá folk, ethnic, jazz, popp, rock, klassiskt, country, barnatónleik, metal, gospel og meira. TUTL listafólk hava framført um allan heim, serliga í europa og norður- og suðuramerika. Altjóða virksemið hjá felagnum vaks munandi í 2012 við FAME samstarvinum og avtaluni við FACTORY92. Hetta hevur økt um útflutningin, serliga til týsktmæltu marknaðirnar.