Tutl & Vodafone á G!

Nú tónleikaliga tjóðarhátíð føroyinga, G!, nærkast, eru Tutl og Vodafone aftur farin at samstarva.

 

Tutl og Vodafone hava ein bás saman á árliga G-festivalinum. Her verður møguleiki hjá øllum festival luttakarum at løða telefonina, keypa talutíð og nýta ókeypis tráðleyst internet.

 

Eisini hevur Tutl fingið lovað, at fleiri av tónleikarunum, ið framføra á G!, koma framvið básinum at heilsa uppá fólk og skriva autografar aftaná framførslurnar.

 

Høvi verður eisini at ogna sær aktuellar fløgur hjá bæði føroyskum og útlendskum tónleikarum.

 

Nógv spennandi undirhald verður í básinum hjá Tutl og Vodafone, umframt kappingar við góðum vinningum.

 

Hesum boða fyrireikarar frá í dag.