Í samband við, at Plátufelagið TUTL fyllir 25 ár í 2002, verður skipað fyri ymsum tiltøkum gjøgnum alt árið.
Longu í næstu viku verða tríggjar fjølbroyttar og áhugaverdar konsertir á skránni. Hesar konsertirnar eru skipaðar í samstarvi millum TUTL, Grót og Norðurlandahúsið.
Luttakandi nøvnini verða: Týr ? geva sína fyrstu fløgu út 10. januar.
Hatespeech ? Eru av álvara byrjaðir at spæla aftur eftir drúgvan dvala
200 ? Føroya einasti punkbólkur.
Mold ? Endiliga, fyri teir mongu Mold fjeppararnar, er møguleikin aftur at hoyra teir.
Kári Sverrison ? Fólkatónleikur í heimsklassa.
Pete Tilly & Brian Gillingam ? Annar úr Onglandi, hin úr Írlandi, spæla ljóðføri úr Australia og Afrika: didgeridoo, bongo, djembe osfr.
Konsertirnar eru hesar: Hóskvøldið 10. januar kl. 20.00. Glyvrar - Støkkhøllin (Glyvra Bio), Clickhaze, Týr, Kári Sverrison, Pete & Brian.
Kostnaður: 80 Kr
Fríggjakvøldið 11. januar kl. 22.00 Tvøroyri - TB-húsið, Týr, Hatespeech, Clickhaze, Pete & Brian. Kostnaður: 100 Kr
Leygarkvøldið 12. januar kl. 19.30 Tórshavn ? Norðurlandahúsið, Hatespeech, 200, Clickhaze, Týr, Mold, kostnaður: 125 kr.