Turt gólv á Atlantis

Kryvjivirkið Atlantis í Vestmanna er nú afturlatið, og einki virksemið verður aftur hjá felagnum, sigur stjórin. Virkið verður nú riggað av

Í Vestmanna eru nú eini 20 arbeiðspláss færri, enn tey vóru á nýggjárinum. Kryvjivirkið Atlantis er endaliga afturlatið. Maskinur og onnur rakstrargøgn standa enn í bygninginum, men arbeitt verður við at selja tey.
Kreppan í alivinnuni hevur nú latið eitt av størru arbeiðsplássunum í Vestmanna aftur. Alt arbeiðsfólkið er koyrt til hús, sigur stjórin á Atlantis, Jákup Oluf Hansen.
Hann sigur, at enn er so mikið stutt fráliðið, síðan tey góvust at arbeiða, at tey flestu enn eru í ALS skipanini. Men onkur hevur tó fingið annað arbeiði. Onkur er er farin til skips, onkur arbeiðir hjá Vestmanna Kommunu, og onkur annar hevur fingið eitthvørt handverksarbeiði, sigur hann.
Vestmanna Fiskavirking eigur bygningin, sum Atlantis hevur hildið til í, og tí verður nú riggað av. Pakningur og annað leysafæ verður selt, og roynt veðru so eisini at sleppa av við rakstrargøgnini, eins og ruddað verður upp á økinum. Alt skal út. Leigusáttmálin verður so eisini uppsagdur.
Tá alt er avriggað, er so upp til eigararnar, hvat teir fara at gera við bygningin, sigur Jákup Oluf Hansen. Møguleiki er fyri, at annað virksemi fer í gongd. Men tað veru so ikki Atlantis, sum fer at gera nakað meira. Sum skilst á honum, eru útlit fyri, at felagið heilt verður avtikið.
Arbeitt hevur verið til fram til mánaðarskiftið seinasta. Men nú verður so einki aftur av slíkum arbeiði fyrstu fleiri árini. Sjúka í alibrúkunum hevur gjørt, at økið skal liggja stilt, og síðan ganga nøkur ár frá tí, sett verður útaftur, til takast kann.
Jákup Oluf Hansen heldur, at tað man merkjast í Vestmanna, at hesi umleið 20 arbeiðsplássini ikki eru meira.