Leygardagin fer ein veikur hátrýstsryggur við spjaddum ælum yvir Føroyar av útsynningi. Seint sunnudagin fer eitt nýtt brúgvalag yvir Føroyum av suðri. Mitt í næstu viku fer eitt lágtrýst yvir ella tætt fram við sunnan fyri oyggjarnar. Hetta er sambært donsku veðurstovuni DMI.
Í dag verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, sum makar eitt vet, 5 til 10 m/s. Tað verða sólglottar, men eitt skifti ælaveður. Hitin um dagin millum 3 og 8 stig. Sunnunáttina snarar vindurin í ein sunnan og landsynning og makar niður í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Turt, men skýggjað og hitin millum 2 og 7 stig.
Í morgin verður lot til andøvsgul av landsynningi, 2 til 7 m/s, sum snarar í ein eystan og landnyrðing og øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, eitt skifti upp í strúk í vindi, 13 m/s. Turt, men skýggjað og út á dagin regn sunnanífrá. Hitin um 7 stig. Um kvøldið og náttina makar hann vindin í lot til andøvsgul av landnurðingi og eystri, 2 til 7 m/s. Skýggjað og regn og hitin um 5 stig.
Mánadagin verður lot til andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn av og á og hitin um 7, 8 stig. Um náttina lot til andøvsgul av landnyrðingi, sum snarar í ein norðan, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður av og á og hitin um 5 stig.
Týsdagin verður lot til andøvsgul av norðri, seinni ymsum ættum, 2 til 7 m/s. Okkurt ælið og sólglottar, og hitin um 7 stig. Um náttina lot til andøvsgul av landsynningi, 2 til 7 m/s. Skýggjað og móti morgni regn í ein útsynning og hitin millum 3 og 6 stig.
Mikudagin verður lot til andøvsgul av eystri, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður og hitin millum 3 og 7 stig.
Hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Sólglottar, men ælaveður í støðum. Hitin millum 3 og 7 stig.
Um tú heldur vilt síggja veðurforsøgnina frá yr.no, trýst so her.