Seinnapartin í dag verður eitt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri og ælingur, men onkur sólglotti. Hitin millum fimm og átta stig.
Týsdagin verður hvassur vindur av landnyrðingi og ælingur, seinnapartin minni vindur av norði og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum seks og níggju stig.
Mikudagin verður eitt lot til andøvsgul av vestri og yvirhøvur turt og sólglottar, men seinnapartin okkurt æli. Hitin millum seks og níggju stig.
Hósdagin verður eitt lot av útsynningi og yvirhøvur turt, men fríggjadagin lot av ymsum ættum og regn av og á. Hitin millum fimm og níggju stig.










