Turkur í Fuglafirði og Runavík

Síðani dramatisku uppgerðina millum NSÍ og ÍF í Runavík hevur tað hilnast illa hjá báðum feløgunum

Fótbóltur

 

Ein tann mest dramatiska uppgerðin í níggju teimum fyrstu umførunum mundi tað vera, tá ið NSÍ á heimavølli vann 3-2 ímóti ÍF. Umframt fimm mál vóru áskoðararnir vitni til tvey reyð kort og trý brotsspørk. Tað seinasta varð dømt til ÍF í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, og tað misnýttu fuglfirðingar.

Hesa ferð verður oyggjauppgerðin í Fuglafirði. Felags fyri NSÍ og ÍF er tað, at úrtøkan hevur verið soltin, síðani innanhýsis uppgerðina. Fýra umfør eru avgreidd síðani minniliga dystin við Løkin. NSÍ hevur tvær ferðir spælt javnt, og tvær ferðir hevur NSÍ tapt. Í næstu royndini eftir vónbrotið við Løkin vann ÍF á heimavølli ímóti B71, men síðani hava fuglfirðingar tapt tríggjar ferðir á rað.

Hjá ÍF hevur Debus Danielsen verið plágaður av vøddaskaða tað mesta av árinum. Hann hevur ikki verið førur fyri at venja við fullari ferð, og tískil hevur hann fyri tað mesta bara spælt av og á. Knút Vesturtún er komin fyri seg aftur, eftir at hann ímóti gomlu liðfeløgunum í EB/Streymi 18. mai brákaði rivjabein. Vincent Jacobsen er farin at venja aftur, eftir at hann hevur verið uttanlands.

Áki Petersen og Høgni Madsen komu í gjár aftur av landsliðsferð. Eisini í NSÍ hava teir saknað tveir landsliðsspælarar í venjingunum hesa vikuna, men nú eru Jóhan Troest Davidsen og Einar Hansen komnir til hús aftur.

Einasti skaddi NSÍ spælarin er serbiski álosspælarin Dejan Stojkovic.

Seinnu árini hevur tað gingið illa hjá ÌF at vinna fulla úrtøku á heimavølli ímóti NSÍ. Seinastu ÍF heimasigurin ímóti teimum úr Runavík var í 2004, tá ið úrslitið var 4-2 til ÍF.