Turkiskur fongslaður borgarstjóri: Eg fari ikki at boyggja meg

Borgarstjórin í Istanbul varð í dag fongslaður. Hann verður mettur at vera fremsti mótstøðumaðurin hjá Erdogan.

Borgarstjórin í Istanbul, Ekrem Imamoglu, er fongslaður, eftir at høvuðsandstøðuflokkurin í Turkalandi og tíggjutúsundavís av mótmælisfólkum funnust at handtøkuni av honum sum politiskt motiveraða. (Arkivmynd). - Mynd: Dilara Senkaya

- Eg fari ikki at boyggja meg.

Tað sigur borgarstjórin í Istanbul, Ekrem Imamoglu, á sosiala miðlinum X, eftir at hann í dag varð fongslaður og bíðar eftir einum komandi rættarmáli.

Tað skrivar Reuters.

53 ára gamli borgarstjórin varð handtikin mikudagin.

Fongslingin kom eftir at høvuðsandstøðuflokkurin í Turkalandi og tíggjutúsundavís av mótmælisfólki funnust at handtøkuni av honum sum politiskt motiveraða.

Ekrem Imamoglu verður mettur at vera fremsti mótstøðumaðurin hjá turkiska forsetanum, Erdogan.

Rætturin hevur sagt, at Imamoglu og minst 20 onnur eru fongslað sum liður í eini korruptiónskanning.

Harumframt stendur, at rætturin hevur avgjørt ikki at fongsla borgarstjóran við serstakari ákæru í sambandi við yvirgang.

Rætturin metti hetta vera óneyðugt, tí avgjørt var longu, at hann skuldi haldast aftur fyri at hava framt fíggjarlig brotsverk. Hetta upplýsti rætturin, sambært Reuters.

Ekrem Imamoglu hevur áður kallað ákærurnar móti sær fyri "óseriøsar og grundleysar".

- Hond í hond fara vit at bøta um hetta slagið, hendan svarta blettin á okkara fólkaræði, skrivar hann á X.

 

/Ritzau/

 

Borgarstjórin í Istanbul, Ekrem Imamoglu, er fongslaður, eftir at høvuðsandstøðuflokkurin í Turkalandi og tíggjutúsundavís av mótmælisfólkum funnust at handtøkuni av honum sum politiskt motiveraða. (Arkivmynd). - Mynd: Dilara Senkaya