Í annaðkvøld klokkan 20 skal KÍ spæla á útivølli móti montenigriansku meistarunum, Sutjeska í øðrum umfarinum av Europa Conference League undankappingini.
Returdysturin verður spældur við Djúpumýru í Klaksvík, mikukvøldið 27. juli klokkan 19.
34 ára gamli Arda Kardeşler úr Turkalandi verður høvuðsdómari til dystin. Arda Kardeşler hevur dømt í bestu turkisku fótbóltsdeildini síðani 2015, og har er ofta rok, so talan er um ein dómara, ið er vanur við eitt sindur av hvørjum.
Arda Kardeşler hevur verið partur av einari dómarakvartett til nógvar landsdystir og evropeiskar felagsliðsdystir, men tá hevur hann sum oftast verið fjórði dómari.
Arda Kardeşler hevur bert verið høvuðsdómari til tríggjar dystir í evropeiskum undankappingum fyri felagslið, men royndirnar frá Super Lig í Turkalandi burdu borgað fyri einari ávísari góðsku.










