Turkar skotið russiskt flogfar niður

Tað tyktist, at tað ikki var mangul upp á trupulleikar í Miðeystri við Islamski Statinum, Bashar al-Assad, Iran, Palestina-Ísrael stríðnum og einum veksandi streymi av flóttafólkum, ið flýggja økið, men í morgun gjørdist spenta støðan uppaftur meira trupul, tá Turkaland skeyt eitt russiskt flogfar niður, ið luttók í stríðnum móti Islamska Statinum.


Reuters skrivar, at tað vóru turkisk hernaðarflogfør, ið skutu russiska flogfarið niður, aftaná at turkiskir myndugleikar tíggju ferðir upp á fimm minuttir høvdu ávarað russiska flogfarið um, at tað fleyg í turkiskum loftrúmi uttan loyvi.


Russiskir myndugleikar hava avsannað hesi tíðindini, og siga, at tey hava prógv fyri, at russiskar flogfarið fleyg í sýriskum loftrúmi, tá tað varð skotið niður.


Russiski verjumálaráðharrin hevur við russisku tíðindastovuna Interfax sagt, at flogskipararnir á hernaðarflogfarinum, av slagnum Su-24, megnaðu at skjóta seg út við fallskíggjum, og eru nú lendir norðarlaga í Sýria.


Al-Jazeera skrivar, at ein etniskur turkiskur uppreistrarbólkur, ið stríðist móti sýriska stjórnarherinum, hevur fingur hendur á eina flogskiparanum og leitar nú eftir hinum.


Í stríðnum móti Islamska Statinum hava fleiri ivamál verið um støðuna hjá turkisku stjórnini, og hevur Turkaland fleiri ferðir verið lagt undir at hjálpa Islamska Statinum, tí teir hava ein felags fígginda í sýriska forsetanum Bashar al-Assad.