Turkar ikki tikið avgerð um Fogh

Turkaland hevur framvegis ikki tikið støðu til Anders Fogh Rasmussen sum møguligan aðalskrivara í NATO Tað hevur leingi verið greitt, at Turkaland kann fara at leggja fót fyri ætlanina hjá danska forsætisráðharranum at gerast aðalskrivari í NATO. Men enn hevur turkiska stjórnin ikki tikið støðu, sigur forsetin, Abdullah Gül.

-Mínir ráðgevar arbeiða við málinum, og vit fara at taka eina avgerð, tá hon skal takast, segði hann við tíðindafólk í Bagdad, har hann er ov vitjar.

Turkiski stjórnarflokkurin er ikki serliga hugaður fyri at velja Anders Fogh Rasmussen til NATO-aðalskrivara m. a. orsakað av málinum um Muhammedstekningarnar.