Við næstan 47 prosentum av atkvøðunum og 341 av teimum 550 tinglimunum vann turkiski stjórnarflokkurin ein sannan stórsigur á tjóðartingsvalinum í gjár. Tann stóri meirilutin í tinginum ger, at flokkurin hevur meiri enn tvær ferðir so nógvar tingmenn sum tann størsti andstøðuflokkurin og kann stýra einsamallur.
Men tað var eisini málið hjá Tayyip Erdogan, forsætisráðharra, sum undan valinum hótti við at taka seg burtur úr politikki, fekk flokkur hansara ikki avgjørdan meiriluta í tinginum í Ankara.
-Vit fara at halda fram við arbeiði okkara fyri Evropa. Vit fara at halda fram við teimum demokratisku nýskipanunum, og tann búskaparliga menningin fer at halda fram, segði Erdogan í takkarrøðu síni í gjárkvøldið.
Erdogan skrivaði út nýval í úrtíð, tí hann fekk ikki meiriluta í tinginum fyri at velja Abdullah Gül, uttanríkisráðharra til forseta. Millum annað var herurin ímóti tí, og í so máta var valúrslitið eisini ein álitisváttan til forsætisráðharran.