Tað endaði við sonnum ruðuleika, tá ið Turkaland og Sveis í fjør spældu play-off dyst um seinastu plássini í HM-endaspælinum í Týsklandi. Sveis megnaði at vinna dystin, og seinsta dómarabríksla var alt á gosi á turkiska leikvøllinum.
Sveisisku spælararnir vóru álopnir av bæði turkiskum spælarum, leiðarum og løgreglufólki, og teir kendu seg veruliga hóttar. Onkrir spælararnir fingu smærri løstir av tilburðinum.
Nú hevur FIFA givið turkiska fótbóltssambandinum eitt dygt slag á vangan fyri hendingina.
Turkaland skal spæla sínar næstu seks landsdystir á einum uttanveltaðum leikvølli uttan áskoðarar. Harafturat hava fleiri spælarar og leiðarar eisini fingið revsingar.
Emre og aðrir leikbannaðir
Turkiski ítróttarráðharrin er sera misnøgdur við revsingina.
Avgerðin er meira politisk enn ítróttarlig, heldur Sahin, sum ætlar sær at stríðast fyri at broyta avgerðina hjá FIFA.
Vit fara at gera alt, vit kunnu fyri at broya avgerðina, og vit vóna, at FIFA fer at rætta sítt mistak, sigur ráðharrin.
Miðvallarspælarin Emre og verjuspælarin Alpay hava fingið seks dagar leikbann hvør. Hesa somu revsing hevur eisini sveisiski spælarin Benjamin Huggel fingið. Turkiski hjálparvenjarin Ozdilek er bannaður frá øllum fótbólti í eitt ár, og turkiski spælarin Serkan Balci og sveisiski fysioterapeuturin Meyer hava fingið leikbann í tveir dagar. Harafturat hava hesir persónar eisini fingið bøtur.