Turið Arge Samuelsen og Haukar vunnu fyrsta dystin í landskappingini, sum var móti HK. Haukar vann stórsigur, 27-18. Føroyski landsliðsvongurin skoraði fýra av málunum.
Les eisini: Turið er stórsteypavinnari
Turið Arge Samuelsen skoraði øll málini í fyrra hálvleiki, har Haukar drønaði avstað. Millum annað skorar Turið til 7-1, tá 17 minuttir eru spældir. Haukar liggur í løtuni á fyrsta plássi við betri málúrtøku enn Fram, Valur, og ÍBV, sum eisini vunnu í fyrsta umfari.
Í farnu viku vann Haukar stórsteypadystin.