Haukar við Turið Arge Samuelsen á liðnum vitjaði KA/Þór á Akureyri í dysti í besti íslendsku hondbóltsdeildini í kvøld, og talan gjørdist eina góða uppliving fyri Turið og liðfelagarnar.
Haukar vann 29-27 á KA/Þór. Turið Arge Samuelsen gjørdi sítt við at skora trý mál. Í steðginum var Haukar á odda 15-13, og var Haukar á odda allan seinna hálvleik, men ongantíð við meira enn fýra málum.
Komandi leygardag spælir Haukar á heimavølli dyst ímóti oddaliðnum, Vali.
Støðan í bestu íslendsku hondbóltsdeildini:
| 1 | Valur | 8 | 6 | 1 | 1 | 197:154 | 13 |
| 2 | ÍBV | 9 | 6 | 1 | 2 | 230:206 | 13 |
| 3 | Haukar | 9 | 6 | 0 | 3 | 233:207 | 12 |
| 4 | Fram | 8 | 5 | 0 | 3 | 232:188 | 10 |
| 5 | KA/Þór | 9 | 4 | 0 | 5 | 201:222 | 8 |
| 6 | HK | 9 | 3 | 0 | 6 | 181:228 | 6 |
| 7 | Stjarnan | 9 | 2 | 1 | 6 | 211:253 | 5 |
| 8 | Selfoss | 9 | 1 | 1 | 7 | 212:239 | 3 |










