Turið: Nú má eg renna skjótari

FM1: Turið Arge Samuelsen letur væl at fyrstu tíðini í Íslandi

Í Sportboxini, sum var á FM1 í dag millum klokkan 15 og 17, varð tosað við Turið Arge Samuelsen, sum í summar skifti til Haukar í Íslandi. Hon greiðir í samrøðuni millum annað frá, hvussu navnið á liðnum úttalast. Hon ásannar eisini, at nú má hon renna skjótari.

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Vit venja oftari enn í Føroyum og spælararnir orka betri, eru sterkari og renna skjótari. Nú má eg renna dubult so skjótt heim, tá vit hava verið í álop, sigur Turið Arge Samuelsen við einum brosi.

 

Les eisini: (FM1) Flogtbólturin rullar aftur

 

Hon hevur bæði vunnið stórsteypadystin og fyrsta dystin í landskappingini. Hon letur væl at felagnum og liðfeløgunum. Turið Arge Samuelsen greiðir í samrøðuni frá, hvussu tað er at spæla og venja í Íslandi, umframt at hon gleðir seg at koma heim at venda, tá landsliðssteðgur er í komandi viku.