Turið fer til Namibia at býta skógvaeskjur út

Í apríl mánaði fer Turið Heinesen við einum bretskum liði hjá Operation Christmas Child til Namibia at býta skógvaeskjur út.

 

Hvørt ár verður skipað fyri Operation Christmas Child í Føroyum, har fólk fylla skóeskjur við gávum til fátøk børn. Føroysku eskjurnar verða fyrst og fremst sendar til Rumenia. Í fjør sendu føroyingar 4.373 eksjur. Tað er felagsskapurin Samaritan’s Purse, sum stendur aftanfyri Operation Christmas Child.

 

Hóast vit hava verið við í fleiri ár, so hava føroyingar ikki so ofta verið við til sjálvt arbeiðið at býta gávurnar út, men í ár fer Turið Heinesen við til Namibia.

 

Meiri um túrin og Christmas Child er at lesa á www.christmaschild.fo