Turið F. Arge gevst ikki í bankanum kortini

Tann 1. februar varð danska virksemið hjá BankNordik selt, og í tí sambandi boðaði Turið F. Arge, rakstrarstjóri, frá, at hon hevði ætlanir um at leita sær nýggjar avbjóðingar uttan fyri BankNordik-samtakið eftir 1. apríl.

 

Hesum boðar bankin nú frá.

Bankin skrivar, at nú er ein tíð fráliðin, síðan sølan varð framd, og eftir drúgva umhugsanartíð hevur Turið F. Arge nú kortini játtað at halda fram í starvinum sum rakstrarstjóri og í samtaksleiðsluni.

– Eg eri sera fegin um, at Turið F. Arge hevur játtað at halda fram í BankNordik, og at vitan og førleikar hennara framhaldandi fara at koma samtakinum til gagns, sigur Árni Ellefsen, forstjóri.

Samtaksleiðslan í BankNordik er mannað av Árna Ellefsen, forstjóra, Rune Nørregaard, kreditt- og fíggjarstjóra og Turið F. Arge, rakstrarstjóra.

##med2##