Turið er stórsteypavinnari í Íslandi

Turið Arge Samuelsen og Haukar eru stórsteypavinnarar

Turið Arge Samuelsen og Haukar eru stórsteypavinnarar í íslendskum hondbólti. Føroyski landsliðsspælarin skoraði eitt mál í 22-19 sigrinum á Fram. Hóast hon er ein royndur hondbóltsspælari, so var tað ikki uttan fjáltur, at vongurin spældi sín fyrsta dyst fyri nýggja felagið.

 

- Eg helt eg hevði tað sum vanligt undir upphiting, men tá dysturin varð bríkslaður í gongd, so føldi eg at eg var nervøs. Tað er sera langtsíðani eg havi følt tað undan einum hondbóltsdysti. Tað er nú rist av, og hondbremsan verður slept til komandi dyst, sum er týsdagin, sigur Turið Arge Samuelsen úr Íslandi.

 

Fram vann greipuna í fjør, so talan er um góðan sigur fyri Haukar. Hartil hava Turið og tær eisini vunnið venjingardyst móti Vali, ið verður mett sum ein av favorittunum til íslendska meistaraheitið.

 

- Vit spældu væl og høvdu eina góða verju gjøgnum allan dystin. Okkara málverji spældi sín besta dyst higartil, og so riggar spældið til strikuna væl.  Fram dekkaði vengirnar væl. Tað kann nevnast, at av okkum fýra vengrum, fingu vit bara eitt skot frá vonginum og eitt skjótálop. Bæði vóru tó umsett til mál, sigur Turið Arge Samuelsen.