- Rumblið sum hevur verið í sambandi við hetta tiltakið er eitt tekin um tað tronga rásarúmið, sum vit kvinnur liva undir, sigur Turið Debes Hentze, advokatur, sum av blaðnum Kvinna í dag varð kosin ?ársins 8. mars kvinnan? - Tað er eitt tekin um, at tá onkur flytir seg, so hendir okkurt. Tí er rumbul eitt gott tekin um lív og engagement og betur enn at verða burturgloymd og burturtagd.
- Ráðstevnan við 650 fólkum um kvinnur og javnstøðu er eitt flott tiltak, sum vit kunnu fegnast um og er eitt tekin um, at nakað fer at henda her á landi, sigur Turið Debes Hentze m. a. í viðmerking til, at hon í dag varð heiðrað á 8. mars tiltakinum á Hotel Føroyum, sum Kvinna skipar fyri.