Tvøroyrar kommuna og verjuskipið Vædderern hava aftur í ár gjørt avtalu um, at tunnusláttur verður umborð á skipinum, meðan tað liggur á Drelnesi.
Á kunningarstovuni á Tvøroyri siga tey, at hetta hevur verið eitt afturvendandi tiltak í seksti ár - at tunnusláttur hevur verið umborð á donskum verjuskipum.
- Í fleiri ár hava eisini onnur skip enn Vædderen verið karmur um tunnuslátturin, men í ár er so Vædderen komin aftur til Føroya.
Av Tvøroyri verður sagt, at tunnuslátturin í ár verður sunnudagin 23. februar frá klokkan 14 til 16, og tá bjóða Tvøroyrar kommuna og Vædderen fólki umborð.
Øll eru vælkomin umborð, meðan skipið liggur á Drelnesi, og borðreitt verður við kakao og bollum, meðan tiltakið er.









