Tunnilssøla í Fuglafirði - enn einaferð

Fyrst vil eg takka Sigurd Simonsen borgarstjóra, fyri rættleiðingina hann hevði til mítt lesaraskriv. Tað er at fegnast um, at hol nú er komið á ballónina, og ein kunning umsíður lekur út til allar borgarar. Vit kunnu nú síggja málið frá einum øðrum sjónarvinkli – kritikkurin frá mínari síðu fær nú mótspæl - tað er bara gott, at so er.

 

Byrja verður við at vísa á §1,2 petti í fundarskipanini fyri Fuglafjarðar kommunu, sum sigur, at keyp og søla av føstum ognum skal fara fram fyri afturlatnum hurðum.Til tað má eg siga, at tað ongantíð hevur verið uppá tal frá mínari síðu, at fáa annað fram enn tað sum eftir lógini longu er alment. Frá polittiskari síðu vóru ikki ”stundir” til hesa kunning, samstundis sum keyparin, í sølutilgongdini, hevur fulla ”innsidevitan”. Satt at siga, so havi eg ilt við at skilja, hví bert annar parturin má fáa kunning.

 

Eg verið eisini lagdur undir at ørkymla borgarar og landsmynduleikar við mínum kritikki. Tí sigur Sigurd seg nú verða noyddan at geva borgarunum eina kunning. - Havast má í huga, at keypararnir í forvegin hava fulla ”innsidevitan” – men borgarin má ikki kunnast um tað sum í dag longu er alment atkomuligt. Jú, tað ræður um at halda kortunum tætt at kroppinum – einki má lekast út (skeiva vegin).

Nei, Sigurd, tað sum verðuliga ørkymlar er, at polittikararnir ikki vilja spæla við opnum kortum.

 

Eftir henda innleidning fáa vit rein tøl á borðið – takk skalt tú hava fyri tað.

 

Fyrst, søla av tunnilsgróti fyri 11,9 mill kr. - fyri 20 árum síðani. Hetta grót varð nýtt til ífyllu av Tunnilsbryggjuni, sum var ein neyðugur liður í útbyggingini, um tunnlarnir skuldu kunna nýtast. Satt at siga, virkuliga genialt, at nýta hesa grundgeving, sum mótrokning, í einari dumpingsølu. Men lat okkum skera út í papp: Seljarin var Fuglafjarðar kommuna, keyparin var eisini Fuglafjarðar kommuna.

 

Síðani inngjald frá Havsbrún og Bergfrost 20,4 mill. kr. Hesin peningur verður roknaður sum eitt forskotsgjald. So vítt eg veit, so er hesin peningur leigugjald frá hesum feløgum í 20 ár. Sigurd kann hóskandi fortelja borgarunum, nær tað er viðtikið, at hettar leigugjaldið skuldið góðskrivast fyritøkunum táið møguliga selt verður.

 

Í endanum av skrivinum verður sagt, at tunnlarnir eru ein sólskinssøga. Í hesi útsøgn eru vit púra samdir, eg havi ongantíð funnist at íløguni – eigi sjálvur part í fleiri av avgerðunum - ei heldur havi eg annað enn bert gott at siga um Bergfrost og Havsbrún. Kritikkurin er vendur móti Fuglafjarðar býráðið, 9 limir , og ongum øðrum.

 

Nú hol er komið á kunningarballónina, so kundi verið hóskandi hjá Sigurd at kunna okkum sum ikki hava ”innsidevitan” enn meira:

Ein stórur møguleiki er, at kommunalu ”primusmotorarnir” í sølutilgongdini eru ógegnigir. Eg spyrji tí: Hvørjir eru teir sum eru ógegnigir í hesum málið? – Jú, rætt er, eg spyrji í fleirtal. Persónur sum er ógegnigur hevur skyldu til sjálvur at boða frá um so er.

 

At enda skal eg takka fyrisitingini í Fuglafjarðar kommunu fyri, at eg , uttan nakað hóasták, kundi fáa teir upplýsningar sum eftir lógini eru almennir.

----

Jóhan Heri Joensen