Seint í vár gav Løgtingið Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í innlendismálum heimild til at stovna eitt alment partafelag at standa fyri arbeiðnum at gera undirsjóvartunnilin í Sandoynna.
Annika Olsen hevur enn ikki valt nevndina fyri partafelagið enn, men hon sigur, at tað verður í næstu framtíð.
Hon hevur ikki gjørt sær greitt um hon skal velja eina heilt nýggja nevnd at taka sær av Sandoyartunlinum, ella um nøkur av teimum fólkum, sum manna nevndirnar fyri Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, eisini skulu veljast í nevndina fyri Sandoyartunnilin.
Ein møguleiki kann vera at víðka nevndina fyri annan undirsjóvartunnilin, sum er, til eisini at umfata Sandoyartunnilin
- Tað er eisini ein spurningur um, hvussu nógvar tunnilsnevndir, vit skulu hava, sigur Annika Olsen.
Les eisini greinina: Sandoyartunnilin skal nú til nýggja viðgerð í samgonguni og greinina: Ongin undirsjóvartunnil í Sandoynna enn á sinni.