- Vit hava bjóðað kampingøkið í bygdini fram, og NCC hevur tikið av. Tað eru vit ógvuliga fegin um, sigur borgarstjórin í Skopunar kommunu, Gerhard Lognberg, við Sosialin, sum verður borin í hvørt hús í morgin.
Tá arbeiðið at byggja Eysturoyartunnilin byrjaði fyri stívliga tveimum árum síðan, skuldu 11.250 metrar borast og spreingjast, áðrenn komið varð á mál.
Og nú nærkast NCC, sum byggir tunnilin, rættiliga hesum máli, tí nú eru bert 621 metrar eftir, til tunnilsliðini kunnu taka í hondina á hvørjum øðrum undir Tangafirði – og 194 metrar, til komið verður út í ljósið í Saltnesi!
Alt bendir á, at NCC ætlar at flyta seg skjótt, tá boring og spreinging av Eysturoyartunlinum er lagt afturum, og maskinurnar tá gerast tøkar til at fara í holt við Sandoyartunnilin.
Tað er longu langt síðan, at fyrsta skotið – tó at tað ikki buldraði nakað serligt – varð latið av í Traðardali á Sandi, og á Gomlurætt hevur eisini dúgliga verið arbeitt við at fyrireika veg og lendi til tunnilsbygging.
Nú dagurin nærkast, tá fyrsta veruliga skotið verður latið av til Sandoyartunnilin, er líkt til, at Skopunar kommuna eisini fer at heysta fruktir av sjálvari tunnilsverkætlanini. Gerhard Lognberg veit at siga, at NCC hevur gjørt avtalu við Skopunar kommunu.
- Avtalan ber í sær, at NCC sleppur inn á kampingøkið í Skopun at seta upp sínar búvognar, sum tunnilsmenninir skulu búgva í, meðan Sandoyartunnilin verður bygdur.
Soleiðis, sum Gerhard Lognberg hevur skilt tað, verður hetta ein avtala av sama slag, sum NCC hevur havt við Sjóvar kommunu, nú tunnilsfólk hava búð í búvognum í kommununi har.
Borgarstjórin sigur, at Skopunar kommuna fær ikki leigu fyri økið, men í staðin væntar kommunan, at útlendingarnir, sum eru við í tunnilsverkætlanini í Sandoynni, fara at lima seg inn í kommununa, meðan stóra verkætlanin verður framd.
- Eg veit ikki, hvussu stórt talið av fólki verður, sum kemur at búgva her, men eg havi skilt, at talan verður um fleiri mans. Vegna kommununa má eg siga, at eg eri sera fegin um hesa avtalu, sum eg eisini vænti kemur at geva kommununi nýggjar inntøkur, sigur borgarstjórin.