- Arbeiðið við innkomuvegnum til Havnar er nú tikið uppaftur, og byrjað verður at fylla út við tunnilsgróti á Skarðshjalla, haðani vegurin fer at ganga víðari oman til eina komandi íbinding í Kaldbaksfjarðarvegin.
Tað veit Landsverk at siga seinnapartin í dag.
Líka síðan brúgvin um Klingruna varð gjørd liðug í 2014 hevur arbeiðið við nýggja innkomuvegnum til Havnina so at siga ligið stilt.
- Í oktober 2016 gjørdu Samferðslumálaráðið og Tórshavnar kommuna avtalu um innkomuvegin, og í dag er avtala gjørd um restina av grótinum úr Eysturoyartunlinum, sum kemur út hvítanesmegin.
Landsverk vísir á, at partarnir í avtaluni um grótið eru P/F Eysturoyar- og Sandoyartunlar og Landsverk, sum hevur gjørt avtalu við partafelagið J&K Petersen, ið sum arbeiðstakari tekur ímóti grótinum og leggur tað út á Skarðshjalla.
- Talan er um norðasta partin av innkomuvegnum, sum fer at ganga víðari haðani til eina íbinding í Kaldbaksfjarðarvegin.
Lagt verður aftrat, at tørvur leingi hevur verið á einum nýggjum innkomuvegi til Havnina, tí ferðslan er vaksin so nógv seinnu árini.
- Nú Eysturoyartunnilin um ikki so langa tíð verður knýttur í landsvegakervið, verður uppaftur størri tørvur á at leiða ferðsluna uttan um bygt øki í høvuðsstaðnum, sigur Armgarð E. Steinhólm, leiðari á Deildini fyri Infrakervi á Landsverki.
Eisini landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, er fegin um, at gongd aftur er komið á arbeiðið við innkomuvegnum.
- Eftir at hetta arbeiði hevur ligið stilt í fleiri ár, kunnu vit nú fegnast um, at tað er eydnast okkum at fáa eina avtalu í lag, sum aftur setir ferð á hesa týdningarmiklu verkætlan við at skipa ferðsluna inn í høvuðsstaðin á ein nøktandi og góðan hátt, sigur Heðin Mortesen.
Sambært stjóranum í tunnilsfelagnum, Teiti Samuelsen, eru umleið 1.500 metrar eftir at spreingja fyri tunlinum, og tveir triðingar av hesum teini verða sprondir hvítanesmegin.
- Við øðrum orðum verður talan um grót, sum svarar til umleið 1.000 metrar av enn ósprongdum gróti í tunlinum, sum skal fara til at fylla upp í samband við gerð av innkomuvegnum, siga tey hjá Landsverki.