Almenna tunnilsfelagið, Eystur- og Sandoyartunlar P/F, hevði 771.000 krónur í halli í fjør.
Endamál felagsins er at gera undirsjóvartunlar millum Streymoy og Eysntroy og millum Streymoy og Sandoy og hartil hoyrandi vegagerð, hava rakstur av tunlunum um hendi umframt aðra vinnu, sum hevur samband við hetta virksemi.
Felagið er stovnað við eini játtan upp á 15 milliónir krónur á figgjarlógini
Felagið skrivar í roknskapinum, at felagið í fjør keypti tilfarið hjá P/F Skálafjarðatunlinum fyri at fáa til vega vitan og spara tíð.
– Samstundis hevur felagið bygt víðari á hetta tilfarið. M. a. eru ymiskar linjuføringar kannaðar, eins og tilrættalagt skjóting av nýggjum seismikki, bæði á Tangafirði og í Skopunarfirði. Arbeitt hevur eisini verið við at tilrættaleggja tvær kjarnuboringar, sum skulu gerast á Kaldbaksnesi og á Árnanesi í Kirkjubø, skrivar felagið í ársroknskapinum.
– Hesar kanningar verða gjørdar fyri at kenna undirgrundina betur og harvið minka um váðan, tá byrjað verður at bora, skrivar felagið, sum leggur afturat, at hesi arbeiði verða gjørd í vár og í summar – og at ætlanin er at byrja at projektera tunlar í 2015.
Felagið hevur keypt tunnilsætlanina frá P/F Skálafjarðartunlinum fyri 7.849.661 krónur. Í lønum hevur felagið goldið 362.560 krónur, meðan aðrir kostnaðir hava veriið 408.487 krónur
Felagskapitalurin hjá P/F Eystur- og Sandoyartunlar er 15 milliónir krónur. Tá hallið fyri ársroknskapin í fjør verður verður drigið frá, og vørur og tænastuskuld fyri fimm millónir løgd afturat, so eru samlaðu skyldur felagsins 20 milliónir krónur.
Fyrsti ársroknskapur felagsins er frá 19. mai 2014 til 31. deseber 2014. Tað verður ikki upplýst í roknsskapinum, hvussu nógv starvsfólk eru í felagnum at býta lønina upp á 362.560 krónur.
Stjórin, Teitur Samuelsen, tók sambært Vinnuvitan.biz við starvinum 22. desember 2014 – níggju dagar fyri at roknskaparárið endaði.
Eginongin er nú 14.228.953 krónur.










