Tunnillin skal føra virksemið til okkum

- Tað er neyðugt hjá okkum at fyrireika okkum til teir nýggju møguleikarnar í samferðsluni. Vit ynskja ikki, at ferðslan og virksemið bara skulu koyra framvið hjá okkum, sigur borgarstjórin í Runavíkar kommunu

Í eina tíð hevur ein arbeiðsbólkur arbeitt við at lýsa, hvussu ein kann útbyggja samferðsluna millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy í framtíðini.
Hetta arbeiðið er komið rætttiliga væl áleiðis, og tí er væntað at eitt álit í hesum máli verður lagt fram seinni í vár. Álitið skal m.a. vísa, um talan verður um ein tunnil av vestara armi av fjørðinum, ella um tann eystari armurin eisini verður tikin við í hesa stóru ætlanina.
Tann stóri spurningurin er eisini, um tað er fíggjarliga forsvarligt at fara undir enn eitt tunnilssamband í Føroyum.
Ein teirra, sum hevur fylgt væl við í hesum arbeiðinum er Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.
Fyri hann er eingin ivi um, at hesin ætlaði tunnilin til Suðurstreymoy, saman við Norðoyatunlinum, kemur at hava sera stóran týdning fyri ta stóru kommununa, sum hann stendur á odda fyri.
- Um tann seinni tunnilin gerst veruleiki, so fer tað eisini at seta stór krøv til okkum. Ein stór uppgáva hjá okkum verður tá, at fáa bæði ferðslu og virksemi til okkara, sigur hann.

Skal gagna fólkinum
Fyri borgastjóran í Runavíkar kommunu eru Eysturoyggin og Norðoyggjar at meta sum tveir deplar í samfelagnum, og sum tí mugu samstarva.
- Her hava vit tvey týðandi økir, sum ikki eiga at draga sundur, men heldur at standa saman ímóti t.d. fólkavøkstrinum í Suðurstreymoy, sigur hann.
Lítil ivi er um, at tunnilin til Klaksvíkar kemur at hava sera stóran týdning á mong viðurskifti í kommununi. Og skal tunnilin koma at gagna fólkinum har, er neyðugt at tey standa saman, so alt virksemið ikki bara fer koyrandi framvið.
Í Runavíkar kommunu hevur ein tí tosað nógv um, hvussu ein skal fyrihalda seg til tær nýggju avbjóðingarnar í samferðsluni, og hvat ein ítøkiligt skal gera, so ein fær sum mest burturúr hesum sambandinum.
Eisini vinnulívið og handilslívið duga at síggja teir nýggju møguleikarnar, sum fyrst ein tunnil ? og seinni helst tveir tunlar ? fara at geva í Runavík. Og her ætlar ein sær ikki bara at sita hendur í favn.
- Fyri mær at síggja hevur samfelagið brúk fyri bæði Runavík og Klaksvík. Tí er okkara vón, at báðir deplarnir fara at fáa nógv burtur úr í framtíðini, sigur Rodmundur.
Hesir nýggju møguleikarnir í samferðsluni fara eisini at gera tað uppaftur lættari hjá fólki at ferðast millum heimið og arbeiðsplássið. Tí er ikki óhugsandi, at nýggj arbeiðspláss kunnu verða skapt á báðum støðum.

Fjørðin sum eina eind
Sum nevnt fer arbeiðsbólkurin at leggja fram álitið um sambandið við Suðurstreymoy um ikki so langa tíð.
Borgarstjórin í Runavík sigur, at fyri hann fer eitt slíkt samband, um tað gerst veruleiki, ikki bert at fáa týdning fyri viðurskiftini millum Eysturoynna og Suðurstreymoy.
Hetta fer eisini at skapa øllum bygdunum fram við Skálafjørðinum nýggjar møguleikar og avbjóðingar í framtíðini.
Her finst longu nú eitt ótrúliga stórt virksemi innan mong øki. Tí hevur hetta økið sera stóran týdning fyri landsbúskapin, og við hesum sambandinum verða eisini sparingar við styttri farleiðini.
Og júst hetta er eisini ein partur av hugsanini hjá Rodmundi Nielsen um at binda Skálafjørðin enn sterkari saman, so hann kann gerast til eina sterkari eind.
- Jú, vit gleða okkum at frætta nærri frá arbeiðsbólkinum um fasta sambandið til Streymoynna, sigur hann.


sfgsgfdd