Tunnil av Strondum til Kollafjarðar

– kanska besta íløgan fyri Eysturoynna?

Sámal Matras Kristiansen
--------------
Tað verður í løtuni kjakast nógv um hvussu Suðurstreymoy og Eyst­uroy best verða knýtt nærri saman infrakervisliga. Tvey av upp­skotunum snúgva seg um at binda Suðurstreymoy fast við ávika­vist eystara og vestara arm á Skála­fjørðinum. Triðja uppskotið er munandi øðrvísi. Her verður lagt upp til at knýta Kollafjørð saman við vestara arm á Skálafjørðinum og síðani at knýta eystara og vest­ara arm á Skálafjørðinum saman – helst við einum tunli.
Øll uppskot hava sínar vansar og fyrimunir, men eg vil her nýta høvið til at vísa á fyrimunirnar við at fremja seinasta uppskotið – tað hjá J. P. Gregoriussen – í verki. Hetta er ikki ein støðutakan til ítøkiligu verkætlanina, men til prinsipellu vegaføringina. Undir øllum umstøðum skal hetta vera ein áheitan um at viðgera hesa vegaføring seriøst, evt. við nøkrum tillagingum. Alt hetta eru sjálvandi einans hugleiðingar um framtíðina, tí samfelagsmenning byggir á nógvar ymiskar fortreytir, ið kunnu hava við nógv onnur viðurskifti enn fast samband at gera. Tískil havi eg valt at orða meg varliga.

1) Skjótari frá eystur­økjunum vestur í Vágarnar
Mest eyðsýndi fyrimunurin er sjálvandi, at farleiðin frá eystur­økjunum vestur í Vágarnar verður stytt. Við hesum verður stytri av Skálafjørðinum vestur á flogvøllin – við øllum teimum eyðsýndu fyrimunum, tað viðførir. Um tunnil verður gjørdur frá Skálafjørðinum til Havnar, verður framvegis sera tvør­­ligt hjá eysturoyingum og norð­oyingum at koma vestur í Vág­arnar, eins og J. P. Gregoriussen vísti á í Degi og Viku í farnu viku. Við einum tunli millum Skálafjørð og Kollafjørð verður ivaleyst eisini grundarlag fyri beinleiðis snar­bussi av Skálafjørðinum vestur á flog­vøllin.

2) Stytri og bíligari frá eysturøkjunum til Havnar
Leiðin frá Skálafjørðinum til Havn­ar verður við hesum eins og frá Hósvík til Havnar. Teinurin er harvið nakað longri enn hann vildi verið, um hann gekk beint frá Skála­fjørðinum suður til Havn­ar, men umvent verður íløgan mun­andi bíligari, eins og brúk­ara­gjaldið harvið kann gerast mun­andi lægri. Hvør ágóðin verður av hesum tunlinum er ikki einans ein spurningur um kilometratal ella tíðarnýtslu, men eisini um heildar­kostnað fyri koyringina. Best hevði tó sjálvandi verið, um einki brúk­aragjald var á hesum teininum yvir­høvur – eiheldur á nøkrum øðrum undirsjóvartunli.
Tað er eisini avgerandi, at vit tosa um prís fyri heildarverkætlanirnar, ikki einans um hvat sjálvir tunlarnir koma at kosta. Í viðgerðini av mál­inum eiga allir atkomuvegir og til­lagingar annars at takast við í metingina og vera ein partur av verkætlanini. Við øðrum orðum skal eitthvørt skálafjarðartunnils-projekt síggjast sum ein integratión í verandi infrakervi – soleiðis at alt kervið kemur at virka optimalt og ikki gerst t.d. ein byrða fyri ávísar kommunur.
3) Runavík styrkir sína miðstaðarstøðu
Verður Skálafjørðurin knýttur bein­leiðis at Havnini, fáa vit vænt­andi eina centralisering, ið kann hugs­ast spakuliga at drena serliga Runa­vík (men eisini restina av Eyst­uroynni og Klaksvík) fyri tæn­astuvirksemi, meðan íðnaðurin hin­vegin verður fluttur norðureftir. Við øðrum orðum er ikki ósannlíkt, at Skálafjørðurin kemur at uppliva eina “kollafjarðisering”, tvs. verður ein ídnaðarforstaður til Havnina. Kemur tunnilin hinvegin at ganga inn á Kollafjørð, varðveitir og styrkir Runavík harvið sína mið­staðar­støðu, við tað at økini norðanfyri og vestanfyri fáa ein alternativan miðstað at dúva upp á. Við øðrum orðum verður ein slíkur tunnil sera góður fyri bæði Norðurstreymoy og Vágarnar, men vil eisini styrkja um tænastuvinnurnar í Runavík.
Serliga áhugavert er, at kollfirð­ingar og hósvíkingar fáa stytri tein til Runavíkar, men færri munnu geva sær far um at, eis­ini vága­fólk, kvívíkingar og vest­menn­­ingar harvið fáa stytri tein til Runa­víkar enn til Havnar! (ella á leið líka langan tein, alt eftir hvussu konkreta vegaføringin verð­ur). Tá fer Runavík beinleiðis at kunna kappast við Havnina um at fáa kundar, arbeiðsmegi o.a. frá Út­nyrð­ingsføroyum, sam­stundis sum hon varð­veitir Land­nyrðings­føroyar sum uppland.

4) Landsynnings-Eysturoy verður styrkt
Loysnin hjá Kára P. Højgaard mót­virkar eisini beinleiðis saman­sjóð­ing av eystara og vestara armi av Skálafjørðinum, meðan hinar báðar loysnirnar, ið innibera farleið (tunnil ella brúgv) um Skálafjørðin vilja skapa møguleikar fyri at ser­liga Strendur, Runavík og Toftir koma at virka sum ein veruligur, samanhangandi býur uttan forð­ingina at skula koyra allan vegin norður í Skálabotn fyri at koma yvir um. Og tað verður eisini enntá eisini stytri hjá nógvum á eystara armi at koyra norður til Skálabotn og harvið til Norður-eysturoy – og umvent. Man kann undrast yvir, hví strandaumboðið á tingi, Helgi Abrahamsen, ikki talar fyri einari beinleiðis farleið millum Strendur og Runavík.
Sum nú er fer munandi meiri menning fram á eystara armi á Skála­fjørðinum enn á vestara armi. Um tunnil gekk frá vestara armi yvir á Kollafjørð, hevði hetta styrkt landsynnings-Eysturoynna munandi, eins og avsíðis liggjandi bygdir sum Selatrað og Morskranes høvdu komið til sín rætt. Sum nú er er hetta økið stórliga afturút­siglt, men við einum tunli yvir á Kolla­fjørð vil hetta sólríka og vakra økið sannlíkt fara at uppliva vøkstur.

Er tunnilin fyri alt norðurøkið – ella bert fyri økið kring Runavík?
Tann avgerandi spurningurin í øllum hesum er hvørt hesin tunnilin skal vera eitt menningarprojekt fyri alt norðurøkið (og partvíst vesturøkið við), ella um tað heldur skal síggjast sum eitt projekt serliga fyri runavíkingar og toftafólk v.m., tvs. lokalu veljararnar hjá Kára P. Højgaard, Alfred Olsen o.ø.
Um ein verkætlan í stíl við ta hjá Kára P. Højgaard verður gjøg­num­førd, so er hetta fyrst og fremst ein verkætlan, ið vil gagna lokaløkið hjá honum. Fyrimunirnir fyri norðoyingar og eystur-eystur­oyingar vilja verða nógv minni, tí tað framvegis vil vera eitt langt, knortlut strekki at koyra frá Skipa­nesi suður til Runavíkar. Og skal hetta strekkið betrast, so kemur tað at kosta óneyðuga nógvan pening.
Hinvegin vil loysnin við tunli frá Strondum (og antin til Havnar ella til Kollafjarðar) lata upp fyri einari nógv gagnligari íløgu í ein tunnil úr Skálabotni inn í Gøtudal. Harvið vilja bæði landsynnings-Eysturoy og Sundalagið verða betri knýtt at m.a. Klaksvík og útbúgvingardeplinum á Kambsdali.
Tað er eingin ivi um, at ein betri samanbinding av Eysturoy og Streymoy vil vera avbera gagn­lig fyri bæði økini – og onnur øki við. Men eg sakni, at hugt verð­ur eftir hvør loysn vil skapa ta størstu heild­ar­menningina av Norður­Føroyum.
Í staðin hevur man start seg blind­an á eina loysn, ið er sera snævurt og lokalt hugsað, og sum í longdini møguliga vil vera til líka stóran skaða sum gagn fyri Skála­fjørðin. Við einari so breiðari og munandi bíligari loysn hava vit eisini munandi betri møguleikar fyri at minimera brúkaragjaldið – ella kanska at fáa tað heilt burtur.