Tað er ikki eitt gott hugskot at eitt keypa ein borivogn til Landsverk og at stovna eitt borilið, sum skal gera tunnil til Dals, Gjáar, Fámjins og Tjørnuvíkar.
Tað heldur Jørgen Niclsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Tí heldur hann ikki, at Løgtingið skal taka undir við einum uppskoti frá Páll á Reynatúgvu og Sirið Stenberg úr Tjóðveldið um at keypa ein borivogn til Landsverk, og at stovna eitt borilið at gera smærri tunlar til fjarskotin pláss, og at seta 15 milliónir av um árið til endamálið.
Jørgen Niclasen vísir á, at politiski myndugleikin hevur tikið ta støðu, at øll almenn arbeiði skulu bjóðast út.
- Serfrøðin metir, at skal tað almenna aftur verða entreprenørur, verða tunlarnir ein triðing dýrari, enn teir verða enn at bjóða teir út.
- Tað veldst um, hvussu tað verður fyriskipað, men vanlig mannagongd hevur verið, at eitt sindur verður sett av um árið og so verður arbeitt, til játtanin er uppi.
Hann sigur, at nógv tað bíligasta er at seta pening av til tunlar, so at teir kunnu gerast í einum og so at bjóða teir út.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sigur, at samgongan hevur lagt eina langtíðarærtlan fram til 2024, og har standa bæði tunnulin til Dals, til Fámjins og til Tjørnuvíkar.
Einasti tunnilin, sum ikki stendur á íløguætlanini, er tann til Gjáar.
Kortini ásannar hann, at summastaðni eru upphæddirnar smáar, sum eru settar av.
Annars er peningur settur av til Dalstunnilin síðani 2016, tó at tað ikki er so stórar.
Fámjinstunnilin stendur á skrá frá 2022 og Tjørnuvíkartunnilin er settur á skrá í 2018.
- Klára vit at halda fast um íløguætlanina, vita vit, nær vit fara í holt við teir ymsu ætlanirnar.
Tað er ein spurningur um politiskan vilja og tað, sum hevur týdning, er at vit seta tann neyðuga peningin av, sigur Jørgen Niclasen.
- Skal íløguætlanin broytast og vit gera eitt tunnilsfelag skulu vit gera okkum greitt, at tað fer at kosta ein tunnil meir. Og skulu vit bara brúka 15 milliónir um árið, fer tað at taka eini 30 ár at gera hesar fýra tunlarnar, sigur landsstýrismaðurin.