SKÁLAFJARÐARTUNLARNIR
Um støðið verður tikið í nyttu og kostnaðar kanning, so er eingin ivi. Hetta er tann ætlanin, sum hevur loyst seg best av øllum møguleikum fyri samferðsluútbyggingum, sum hava verið viðgjørdar av umsitingarliga og politiska myndugleikanum.
Hetta var niðurstøðan hjá landsstýrismanninum í samferðslumálum, Bjarna Djurholm, tá ið hann mánakvøldið á stórum almennum fundi á Svangaskarði, tók saman um, eftir at stigtakararnir høvdu lagt ætlanina fram.
Nú eru tað nakrar vikur síðani, at stigtakararnir fyrstu ferð greiddu landsstýrismanninum frá ætlanina at gera undirsjóvartunlar tvørtur um Skálafjørðin og av Skálafjørðinum og suður í Suðurstreymoy. Í dag, týsdagin, skuldi Bjarni Djurholm fyri fyrstu ferð leggja ætlanina fram á landsstýrisfundi.
- Vit hava sjálvandi prátað um ætlanina, sum jú hevur verið alment kend í eina tíð. Men landsstýrið hevur ongantíð í felag viðgjørt projektið. Ætlanin hevur verið, at stigtakararnir í morgin, mikudagin, skuldu leggja fram fyri landsstýrið á sama hátt, sum teir hava gjørt á fundinum her á Svangaskarði. Fundurin er nú útsettur inntil í næstu viku, men tá verður hann vónandi hildin, sigur Bjarni Djurholm.
Bólturin hjá landsstýrinum
Í síni framløgu løgdu stigtakararnir upp til, at bólturin nú liggur hjá landsstýrismanninum. Kommunurnar og Kaupthing hava givið til kennar, at tey eru sinnað at vera við, men tað ber ikki til at fara víðari við fyrireikingunum, fyrrenn landspolitiski myndugleikin hevur givið sítt sjónarmið til kennar.
- Talan er um stóra ætlan, sum kostar nógvar pengar, og tí mugu nógvar kanningar gerast. Tað er sjálvsagt, at hetta skal samskipast við allar aðrar samferðsluætlanir og íløgur. Harafturat er spurningurin um tað almenna skal gera arbeiðið, um teir, sum higartil hava arbeitt við hesum, skulu halda fram, ella um loyvið skal bjóðast út at gera fyrireikingarnar. Í løtuni tykist tað óhugsandi, at talan skal gerast um alment partafelag. Landskassin stendur fyri risa stórum íløgum á samferðsluøkinum. Tosað verður um tunnil undir Skopunarfjørð, sum verður mettur at kosta eina hálva milliard. Í tí førinum verður talan bara um almennar pengar, tí tað eru ongar vánir fyri, at privat skulu seta pengar í fyri at fáa ta íløguna forrentaða, staðfesti landsstýrismaðurin, sum tóktist hella mest til, at talan verður um privat felag.
- Tað eru fyrimunir og vansar við øllum møguleikunum, men vit í vinnumálaráðnum ætla at halda fram at samskifta við teir, sum standa aftanfyri hesa ætlanina, sum verður mett høgt í umsitingini - bæði tekniskt og fíggjarliga.
Hóast tað eftir øllum at døma verður soleiðis, at tað almenna ongar pengar fer at játta til tunnilsætlanina á Skálafjørðinum, so er ætlanin, at málið skal leggjast fyri Løgtingið at taka støðu til.
- Talan er um størstu samferðsluíløguna nakrantíð, og tí hevði tað verið undarligt, um Løgtingið ikki viðgjørdi málið. Eg vóni, at fyrireikingarnar fara at ganga so mikið skjótt, at tað fer at bera til at fara í Løgtingið við uppskoti um verklagslóg, áðrenn síðsta freist fyri at leggja lógaruppskot fram í hesum politiska árinum verður farin. Tað er 3. mars. Um alt gongur væl, so er tað ikki veruleikafjart at rokna við tí møguleikanum, heldur landsstýrismaðurin, sum fer at seta seg í sambandi við fyrireikararnar aftur, tá ið málið er viðgjørt í landsstýrinum.
Í lógaruppskotinum fer landsstýrismaðurin at biðja tingið um heimild til landsstýrismannin at geva felagi rættin at gera neyðugar kanningar av eitt nú botninum í Tangafirði við tí fyri eyga at finna fram til, hvussu tað skal farast fram, tá ið tunnil skal gerast.










