Tað var á skrivstovuni hjá Articon hin 19. apríl í 2021, at Sigurd L. Lamhauge, stjóri í Landsverki og Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, skrivaðu undir sáttmála um at bygg ja tunlarnar Norður um Fjall.
– Fyrireikingararbeiðið er nú farið í gongd, og væntandi verður farið at bora í september. Eftir ætlan verður arbeiðið liðugt í 2024.
Soleiðis segði Articon, tá sáttmálin um tunlarnar var undirskrivaður í 2021.
4.229 metrar
Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, sigur í dag, at arbeiðini í báðum tunlunum hava gingið væl, og sambært tíðarætlanini verða tunlarnir lidnir og handaðir Landsverki hin 29. november í 2024 – ella um stívliga eitt ár.
– Árnafjarðartunnilin, sum er 1964 metrar langur, varð skotin íg jøgnum hin 8. november í 2022 og Hvannasundstunnilin, sum er 2265 metrar langur, varð skotin íg jøgnum eina viku seinni – ella hin 15. november 2022.
Stjórin í Landsverki vísir á, at vegaføringarar við allar tunnils munnarnar eru øðrvísi, enn tær vóru, og størsta broytingin er í Hvannasundi.
– Vegbreytirnar í báðum tunlunum eru 6,5 metrar breiðar, og síðan er ein hálvur metur í báðum síðum til veitir og annað, sigur hann.
##med3##
Gongur væl
Hvat er status beint nú hvussu langt eru arbeiðini komin, og hvat er eftir at gera?
– Í Árnafjarðartunlinum eru allar leiðingar komnar í vegkass an úti í síðuni á tunlinm, bæði el og teleleiðingar, og her vatntrygg ingin so gott sum liðug. Nú verður eitt lag av asfalti lagt á breytina.
Sigur Lamhauge vísir á, at í Hvannasundstunlinum eru leiðingarnar eisini komnar væl áleiðis í vegkassan, og her verður arbeitt við at vatntryggja.
– Arbeitt verður eisini við at tetta og samanstoypa portal elementini, og uppfylling um portalarnar er ávegis, sigur hann.
##med2##
Vegarbeiði og grót
Í Ánunum skal vegurin breiðkast, og sambært stjóranum í Lands verki er hetta eitt stórt arbeiði. Her skulu eisini vatnleiðing, el og net leggjast.
– Í samband við Árnafjørð skal alt grótið burtur, so vegurin kann geras.
Sigurd L. Lamhauge sigur, at í Hvannasundstunlinum er veg kassin liðugur, men her skulu leið ingar legg jast, umframt umleið 50 sentimetrar skulu legg jast omaná breytina.
Vit spurdu eisini stjóran í Landsverki, um sáttmálaprísurin fyri tunlarnar Norður um Fjall fer at halda, og her sigur hann, at tað roknar hann við.
– Sáttmálaprísurin er slakar 374 miljónir krónur, leggur Sigurd L. Lamhauge aftrat.
Nýggir møguleikar
Tunlarnir Norður um Fjall eru ikki tíðarhóskandi longur, og lítil ivi er um, at tað fer at lata upp fyri heilt nýgg jum møguleikum í bygdunum norðanfyri á Borð oynni og Viðoynni, tá nýgg ju tunlarnar standa lidnir seint í november næsta ár.