Tunlar størsta hóttan móti samgonguni

Tunga byrjanin hjá samgonguni hongur neyvt saman við málinum um undirsjóvartunlar í Sandoynna og Eysturoynna. Uttan samanbering hevur hetta málið verið tað truplasta hjá løgmanni at koma ígjøgnum teir fyrstu góðu fýra mánaðirnar. Seinast er hann komin í politiskt óveður, eftir at hava sáa iva um álitið á sjúkrahúsleiðsluna

Politikkur

Kári Mikkelsen

Jón Brian Hvidtfeldt

Sosialurin og Rás2


Samgongan hevur nú góðar fýra mánaðir á baki, sum ikki kunnu sigast at vera farnir serliga stillisliga fram. Grundleggjandi ósemjur millum bæði flokkar og tingfólk innanhýsis í samgonguni komu longu fram undir samgongusamráðingunum. Hesar ósemjur hava hildið fram alla hesa fyrstu tíðina við samgonguni millum teir tríggjar flokkarnar, Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Miðflokkin.

Tað málið, sum hevur fylt nógv mest hetta fyrsta tíðarskeiðið, er málið um undirsjóvartunlarnar; serliga Sandoyartunnnilin og nú í seinastuni, Landssjúkrahúsið. Teir báðir tingmennirnir úr Sandoynni koyrdu teirra valstríð upp á at lova íbúgvunum í Sandoynni fast samband, og hetta hava teir hildið fast við eftir at vera komnir inn sum 16. og 17. maður í samgonguni.

- Tað einstaka málið, sum hevur verið akilleshælurin í samgonguni, hevur verið málið um tunlarnar. Hetta hevur yvirskuggað tey flestu onnur mál og gjørt, at minni orka hevur verið til at taka aðrar tættir upp í politikkinum, og tí kann hendan byrjanin tykjast at hava verið øgiliga tung. Úti millum manna hevur hetta borið boð um meiri politiskan ófrið, enn vit áður hevur sæð, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.

Hann ger vart við, at longu undir samgongusamráðingunum vistu partarnir, at málið um tunlarnar fór at vera eitt trupult mál, tí talan er um eina 17 manna samgongu, og tá var tann eini tingmaðurin úr Sandoynni avgerandi. Síðan samgongan varð skipað, eru teir tveir. Hetta merkir, at um ein ella báðir tinglimirnir tóku stuðulin undir samgonguni aftur, so var ikki longur talan um eina meirilutasamgongu.

- Samansetingin av samgonguni hevur gjørt, at vit hava brúkt nógvar kreftir upp á at mýkja tunlamálið. Eg vil ikki siga, at vit hava loyst tað, men vit hava í øllum førum roynt at mýkt tað. Av tí sama hevur verið avmarkað, hvussu nógva orku vit hava havt til onnur mál. Vit síggja til dømis, at tað tók munandi longri tíð at fáa fíggjarlógina niðan í Løgtingið hesaferð, enn tað gjørdi í undanfarnu samgongu.

Spurdur um hann angrar, at hann ikki tók av tilboðnum hjá Sjálvstýrisflokkinum um at koma upp í samgonguna, so meirilutin var størri, sigur Jóannes Eidesgaard:

- Sjálvandi er ein breið samgonga tryggari, um so er, at onkur loypur frá. Um tann møguleikin hinvegin er til staðar, at onkur kann gera tað, so er hetta tekin um, at politikkurin ikki er nóg væl samansjóðaður. Og at taka Sjálvstýrisflokkin inn eisini, hevði gjørt tunnilsmálið upp aftur meiri fløkt, tí flokkurin fór jú upp á val at siga nei til Sandoyartunnilin, meðan Skálafjarðartunnilin skuldi liggja í privatum felag. So eg trúgvi ikki, at hetta hevði foreinklað málið, men tvørturímóti gjørt tað uppaftur truplari, sigur løgmaður.

Einaferð sá út til, at tit skuldu hava hjálp frá Sjálvstýrisflokkinum fyri at fáa skúladepilin í Marknagili ígjøgnum í Løgtinginum.  Tað gjørdist so kortini ein breið semja. Hetta var ikki nakað serligt tekin at vísa hjá eini nýggjari samgongu, at tit so skjótt skuldu út eftir hjálp frá einum andstøðuflokki fyri fáa politikkin hjá tykkum ígjøgnum?

- Hatta var ein mynd og eitt symptom upp á tann sama trupulleika, vit hava havt. Tá tú hyggur, hvør atkvøddi ímóti skúladeplinum, so eru tað somu persónar, sum hava strongt á við Sandoyartunlinum. Eg havi eisini sagt, at eg haldi tað vera ótrúliga langt úti, at politikarar taka eitt mál sum gísla fyri eitt annað mál.


Fiskivinnan stórar trupulleikar


Nógv hava undrast á, at samstundis sum stórur partur av fiskiflotanum liggur svínabundin við kai, tí tað ikki loysir seg at fiska, so hava tit í samgonguni og í løgtinginum brúkt tíðina at stríðast um tunlar. Hvat sigur tú til hesar atfinningarnar?

- Eg skilji hetta ómetaliga væl. Ivaleyst eru mong í Føroyum, sum ikki síggja samanhang í tingunum, og sum hava ringt við at fata, hvat tað er sum gongur fyri seg í tí politisku skipanini. At vit viðgera íløgur fyri milliardir uttan at nevna við einum orði, at vit hava veldugar trupulleikar úti í vinnuni. Hinvegin, tá tú ert politikari, so kanst tú ikki vera so stýrdur av, hvat gongur fyri seg í vinnuni. Tú noyðist alla tíðina at dyrka tað politiska spektrið, og um tað skuldi komið ein niðurgangstíð, so merkir hetta ikki, at alt annað skal steðga upp. Tú noyðist at hava eitt politiskt boð uppá, hvat skal henda. Og viðurskiftini í fiskivinnuni hava vit umrøtt við reiðarafelagið, og eg havi avtalu við formannin, at vit skulu venda aftur til spurningin, um tingini útvikla seg. Men teir trupulleikarnir við høga oljuprísunum eru so kollossalir, at tað er nakað, sum hvørki reiðarafelagið ella landsstýrið hava nakra skjóta loysn uppá. Vit fara at geva royndarloyvi til onkrar av lemmatrolarunum til at partrola fyri at vita, um tað ber til og harvið spara olju. Annars er tann trupulleikin fyri trolaraflotan so stórur, at tað ikki er gott at vita, hvat tað endar við, sigur Jóannes Eidesgaard.

Løgmaður ger vart við, at hann heldur vildi brúkt ein spyrjitíma í løgtinginum uppá, hvat gerast skal við fiskivinnuna, um hendan støðan heldur fram og kanska versnar.

- Tí er tað ongantíð ov skjótt at fáa avgreitt tunnilsmálið, so vit fáa leysgivið alla orku til onnur mál.

Hevur tú so ikki havt tamarhald á tí politiska kjakinum og ikki kunnað stýrt tí?

- Tað haldi eg meg partvís hava havt, men eg kann heldur ikki siga tað, at hesir hundraðatals sandoyingarnir, sum komu til Havnar at seta ein stemning í gongd, ikki skuldu koma. Í demokratinum eru nøkur ting, sum tú noyðist at virða. Og tí er tað ikki eg, sum avgeri, nær man ikki diskuterar tunlar meiri í Føroyum. Men tann loysnin vit funnu á samgongufundinum, haldi eg er tann frægasta beint nú. Nevniliga at lata eina nevnd arbeiða fram til ólavsøku og so vóna, at vit hesa tíðina kunnu fáast við politikk. Mín vón er eisini, at nevndin leggur eina loysn fram á Ólavsøku, so vit kunnu fremja nøkur mál uttan at fáa tað stóra rokið um tað.


Reytt kort frá Ingeborg


Tað sær út til, at tín flokkur, Javnaðarflokkurin, hevur fingið arbeiðararørsluna á nakkan. Er ætlanin hjá tær miseydnað um at snara meiri til vinstru í nýggju samgonguni?

- Nei, tað haldi eg ikki, og tað harmar meg sera nógv, at málið tú sipar til, útlendingamálið, hevur fingið hesar reaktiónir í arbeiðararørsluni. Er tað nakar, sum hevur brúkt tíð upp á at fáa málið loyst soleiðis, at bæði arbeiðstakarar og arbeiðsgevarar kunnu liva við tí, so eru tað eg og Javnaðarflokkurin. Tí er hasin kritikkurin eitt sindur órímiligur. Tað er bláoygt at halda, at Javnaðarflokkurin skal renna ørindi fyri fakrørsluna einsamalla. Sum ábyrgdarflokkur og stjórnarberandi flokkur er tað greitt okkara skylda at taka atlit til tann samlaða búskapin. Vit hava óteljandi dømi um, at partar av vinnuni hava trot á arbeiðsmegi. Hetta trotið hevur verið í longri tíð, og tað harmar meg, at útlendingamálið varð so seint loyst, sum tað bleiv. Orsøkin til hetta er, at vit ikki vildu geva heilt leyst á hesum økinum. Vit fingu hetta markið við teimum 3,5 prosentunum inn í lógina, sum eg harmist um, at fakfelagsrørslan ikki sær tað positiva í.

Men fakfelagsrørslan hevur sett nøkur krøv til, hvussu hetta skal skipast. Hví vilja tit ikki ganga teimum á møti?

- Tað meini eg, vit hava gjørt, og eg kann endurtaka, hvat eg havi sagt: Trý ting vórðu framførd, og tey vóru, at útlendingar ikki skulu hava framíhjárætt. Hinvegin, tá vit taka útlendingar inn, so má teimum tryggjast arbeiði, hví skal man annars taka tey inn. Og framíhjárættin haldi eg, vit eisini eru komin langt við, tí Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur givið skrivliga tilsøgn um at fara undir samráðingar um eina fastlønarskipan fyri fiskavirkisarbeiði. Hetta kundi blivið ein av teimum heilt stóru sigrunum í fakfelagsrørsluni, um tað eydnaðist. Næsta kritikkpunkið var eftirlit, og har arbeiða vit við at gera eina útlendingastovu, sum millum annað skal taka sær av eftirlitinum. Triðja punktið var kunningin, og har er ein lóggáva samtykt, at útlendingarnir skulu verða kunnaðir um teirra rættindi og teirra skyldur á tí nýggja arbeiðsplássinum. So eg meini, at vit langan veg hava innfríað tey ynskini, sum fakrørslan hevur.

Samstundis hevur tú eina útsøgn frá forkvinnuni í Føroya Arbeiðarafelag, Ingeborg Vinther, at hon ikki stuðlar Javnaðarflokkinum longur?

- Nei, tað havi eg noterað mær, at hon hevur sagt. Men við tí tilsøgnini Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur givið og við tí brennandi ynski, ið eg gangi út frá, at Ingeborg Vinther hevur um eina fasta løn, so burdi tað verið ein fantastiskur møguleiki at fara í gongd nú og arbeiða fram ímóti eini fastlønarskipan. Og tað hevði sjálvandi frøtt meg, um vit kunnu virka til, at hetta gerst veruleiki. Hinvegin kann eg ikki diktera, hvat Ingeborg Vinther skal atkvøða politiskt. Tað verður hennara avgerð, men eg meini, at Javnaðarflokkurin hevur borið seg ótrúliga skilagott at í hesum málinum. Eisini í mun til, hvørji ynskir fakrørslan hevur sett fram. Eg eg sakni tí eina portión av rímuligheit í kritikkinum. Serliga tá vit hava fingið eitt hámark upp á 3,5 prosent inn í lógina, og tá hendan tilsøgnin um fastlønarskipan fyriliggur.

Men tríggjar mánaðar eftir, at tú segði teg vilja snara Javnaðarflokkinum til vinstru í nýggju samgonguni, so kemur sjálv ímyndin av føroysku arbeiðararørsluni, Ingeborg Vinther, og sigur, at eg stuðli ikki flokkinum longur. Hevur tú ikki ein trupulleika?

- Nei, eg havi avgjørt ikki nakran trupulleikan, tí óansæð hvat Ingeborg Vinther sigur, so meini eg, at politikkurin er snaraður til vinstru. Vit kunnu eisini hyggja at øðrum tingum, sum til dømis barsilsskipanini, har frambrot eru hend til frama fyri tey tímaløntu. Og tað koma at henda onnur frambrot. Politikkurin er rættur, sjálvt um Ingeborg Vinther ikki sær tað á sama hátt, sum vit onnur. At tað kemur kapping upp á arbeiðsmegi uttanífrá, er sjálvandi ein nýggj støða fyri Ingeborg Vinther, og tað setir onnur krøv til hennara sum fakfelagsleiðara.



Brotin vallyfti


Valstríðið koyrdi nógv upp á gransking og mentan, men hetta sæst ikki nógv aftur til í fíggjarlógini. Hava tit ikki brotið eitt vallyftir her?

- Nú ert tú skjótur at døma. Tað er ikki rætt, at granskingin hevur verið fyri vanbýti, tí vit fáa meiri gransking á fiskivinnuøkinum og á vinnuøkinum. Tað er rætt, at Kristina Háfoss fekk valið ímillum at lyfta granskingina ella útbúgvingina. Hon valdi so at gera nakrar uppraðfestingar á Fróðskaparsetrinum, tí pengar vóru ikki til bæði. Í nýggja lestrarárinum verða fýra nýggj útbúgvingartilboð har sett á stovn. Tað er nú einaferð so, at tú verður noyddur at raðfesta, og hon valdi so at gera tað á Fróðskaparsetrinum. Men tað er ikki so, at granskingin hevur mist pengar, men kanska er hon ikki uppraðfest so nógv, sum granskingin sjálv ynskir.

Í undanfarna valskeiði brúktu tit nógva orku at formulera eina Visjón 2015. Hesa hava vit onki hoyrt til í nýggju samgonguni. Er visjónin deyð?

- Nei, tað er hon ikki. Eg kundi øgiliga gjarna hugsa mær, at vit í heyst fingu eitt aðalorðaskifti um visjónina, tí hon er ongantíð meiri aktuell enn júst nú.

Hvussu ber tað til, at vit hava hoyrt so lítið um visjónina teir fyrstu 120 dagarnar. Er tað ikki júst nú, tit skulu leggja lunnar undir hana?

- Eg haldi, at fleiri av teimum tingunum, vit hava sæð í orðaskiftinum, eitt nú á umhvørvisøkinum, eru beinleiðis tikin úr visjónini, so hon livir sítt fríska lív.

Eitt annað, sum  nýggja samgongan hevur sett sær fyri, er at skerja blokkstuðulin  við 117 mió. krónum. Tá tú so hugsar um tær ovurhondsstóru íløgur, ið skulu gerast og at rakstraútreiðslurnar eru vaksandi; hongur tað so yvirhøvur saman at skerja blokkstuðulin í sama tíðarskeiði?

- Hatta var ein øgiliga sambandsligur spurningur. Um tú hevur hasa fatanina, at vit ongantíð fara at lækka blokkin, uttan so vit finna eitt stað at brúka hesar pengarnir til, so koma vit ongantíð at gera tað. Tað er væl eisini ein spurningur um at hava eina kós ímóti einum meiri sjálvberandi búskapi. Allir flokkar eru samdir um at miðja ímóti einum búskapi, sum er leysur av gjøldum aðrastaðni frá – eisini Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin. Men okey, tað er rætt sum tú sigur, at tá hetta við blokkniðurskurði so verður gjørt, er tað týdningarmikið at gera tað soleiðis, at tú ikki loypir hvøkk í alt samfelagið. Tí eri eg glaður fyri, at vit fingu í samgonguskjalið, at politisk tiltøk skulu gerast út frá tí búskaparligu støðu, sum er galdandi í samfelagnum. Hetta merkir, at tá vit í 2010 eru komin til at skerja blokkin, so mugu vit eisini hava eina fíggjar- og búskaparstøðu sum ger tað gjørligt at gera tað, soleiðis at hetta ikki rennir samfelagið út í ein skelk av hesi orsøk.


Ongantíð aftur ongar kvinnur


Tú hevur tríggjar kvinnur í hesum landsstýrinum. Hvussu ávirkar tað arbeiðslagið í samgonguni?

- Tað frøðir meg, at eg fekk rætt í tí spádóminum, at undanfarna landsstýri nokk bleiv tað seinasta, har ongin kvinna var. Eg ivist heldur ikki í, at tað bleiv tað seinasta landsstýri við bara monnum. Tað er gott, at vit fingu lyft upp í okkara javnstøðuviðurskiftum, og eg eri sera fegin um, at vit hava fingið kvinnur í landsstýrið. Oftani fær man tað mest nyanseraðu myndina av trupulleikum og loysnum, tá tað er eitt samanspæl millum kynini bæði. Tá vit sita rundan um borðið her í Tinganesi, er tað rættiliga týðuligt, at kvinnurnar oftani síggja mál øðrvísi, enn vit menn traditionelt gera.

Nú hevur tú sitið góðar 120 dagar sum løgmaður í eini nýggjari samgongu. Hvussu ert tú nøgdur við hetta tíðarskeiðið?

- Má viðganga, at tað hava verið nokkso strævnir dagar. Eg vóni, at vit fáa møguleikar nú fram móti ólavsøku, tá vit leggja á aftur, at finna okkum sjálvi og fáa arbeiðið at glíða eitt sindur betri, enn tað hevur gjørt. Vit hava brúkt alt ov nógva orku upp á tunnilsmálið. Tað er eitt rættiliga breitt forstáilsi fyri málinum, men eg haldi ikki, tað er rætt at brúka alla okkara orku at umrøða tunlar, tí vit hava so nógv onnur mál, sum bíða eftir okkum.

Men ert tú komin har til, sum tú ætlaði tær hetta fyrsta tíðarskeiðið?

- Tað haldi eg. Vit hava fingið loyst nøkur veldug mál, sum útlendingamálið og skúladepilin í Marknagili, umframt at vit hava fingið sett hol á nøkur mál, so eg haldi, vit eru komin væl frá byrjan.

Hevur tað verið strævnari at vera løgmaður nú, enn tað var í undanfarna valskeiði?

- Nú vóni eg ikki, at tú sært tað á mær, men tað hevur verið nokkso strævið, ja!

Hvussu fært tú luft, og hvussu slappar tú av?

- Eg minnist undir samgongusamráðingunum, at vit fyrst brúktu eina viku upp á at samráðast við flokkarnar í undanfarnu samgongu og síðani eina viku upp á hesa. Tá segði Hans Pauli Strøm við meg, at nú helt hann, at eg skuldi taka mær nakrar dagar frí, tá alt var komið upp á pláss. Teir dagarnar havi eg enn ikki tikið, tí tað alla tíðina hava verið mál, sum eg skal avgreiða ella grípa inn í. At vera løgmaður er strævið og torført at forútsíggja, nær man kann halda frí. Tað veit man, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.

Hann sigur seg vóna at fáa nakrar frídagar millum Jóansøku og Ólavsøku.

Síðani samrøðan varð gjørd, er løgmaður komin út í nýtt illveður. Hesaferð er tað ikki um undirsjóvartunlar, men um fíggjarligu karmarnar á Landssjúkrahúsinum, har hann hevur loypt øði í alla leiðsluna, sum í vikuskiftinum hótti við at leggja frá sær. Hetta kom tó ikki so langt ...enn í hvussu er.




----


Sosialurin og Rás2 hava gjørt eina longri samrøðu við Jóannes Eidesgaard, nú hann hevur sitið sum løgmaður teir fyrstu 120-130 dagarnar. Greinin er skrivað burtur úr hesi samrøðu. Eisini fara vit at hoyra brot av samrøðuni sum tíðindainnsløg á Rás2 komandi dagarnar. Samrøðan verður send í heilum líki eftir tíðindasendingina klokkan 17 hósdagin 12. juni