Ólavur Hátún
-----
Hugaligt var at frætta frá breiðari politiskari semju um umstrídda tunnlamálið herfyri, og gleðilig kundi tann friðsæla kennast, sum tóktist ráða millum floksformenn á fundinum í Miðlahúsinum í farnu viku.
Men er tað nú so væl vorðið við hesum týðandi samfelagsmáli, at tað um 4 – 7 ár verður koyrandi bæði undir Tangafirði og Skopunarfirði uttan at landið rindar meira enn 400 mió av teim báðum milliarda krónunum, sum hetta megnartiltak verður sagt at fara at kosta? Navnframir fíggjarfrøðingar hava givið til kennar, at hetta ikki fer at halda, og at landskassin, tá samanum kemur, ikki sleppur undan at hanga upp á munandi meira.
Í mínum leikmanna hugaheimi staðfestir hetta, at við at krøkja Sandoyartunnilin upp í Skálafjarðarætlanin, sum fíggjarliga fer at hvíla væl í sær sjálvum, verður byrgt fyri tørvandi viðlíkahaldi og nýgerð á samferðsluøkinum víða um í landinum í áratíggir, so sum tað áður greidliga hevur verið víst á.
Vit ynskja øll at kunna koyra suður á tað yndisligu Sandoynna. Men við verandi góða ferjusambandi er útbyggingartørvurin tann vegin munandi minni enn t.d. á nýggjum tunnlum til Hvalbiar og Norður um Fjall á Borðoynni, á bøttum ferðarsambandi til Fámjins, Dals, Tjørnuvíkar og til Gjáar og á føstum sambandi út til Svínoyar og Fugloyar, sum báðar liggja í andaleypi, men sum báðar teljast millum okkara bestu kort, tá hugsað verður um Føroyar sum ferðamannaland. Svínoyggin er tó meira enn eitt summarland – við sínum víða slættlendi, væl vart av fjøllum uttanum, man hon hýsa einum tí besta bústaðarplássi í landinum, tá fast samband inn á meginøkið er fingið í lag. Í sambandi við ferðavinnu kann eisini nevnast skitseraði tunnilin av Bumshamri í Klaksvík og yvir til Syðradals á Kallsoynni.
Slíkar ábøtur og nýgerðir eru ikki nakað, sum privatir íleggjarar fara at geva boð uppá, men tær eru munandi meira átrokandi og realistiskar enn tann ”Suðurleið” – t.e. tunnil undir Suðriafjørð -, sum borið hevur verið upp á mál um sum grundgeving fyri tunnli til Sandoyar.
Eftir verandi fíggingarmynstrum letur hvørki seg seta í verk. Men fingu vit vakt til ta samhaldsføstu nýhugsan, sum tað eisini politiskt hevur verið inná, at tunnilsgjald verður lagt á alla yvir- eins væl og á undirsjóvartunnilskoyring í landinum, so verða ráð til bæði..
Samanlagda tunnilsferðslan í landinum um samdøgrið liggur um 25.000 einvegiskoyringar. Falda vit tað við 365 er ferðartalið 90.000. Við einum tunnilsgjaldi upp á í miðal 10 kr. – lítið meira enn triðing av tí, sum ferðandi gjøgnum Vága- og gjøgnum Norðoyatunnilin við kubba hava goldið í øll ár – fær tunlaheimurin 90.000.000 krónur um árið at ráða yvir. Við tryggjaðari ársinntøku upp á 90 milliónir verðu lagamanni hjá landinum fyri lága rentu at lána milliardina, um so skal vera, og tá ber til hjá Landsverki at leggja útbyggingarætlan, sum ber á mál.
Hví tað skal vera sum at vísa hundi brand at tala um víðkað tunnilsgjald her hjá okkum er ilt at skilja. Aðrastaðni í heimi er rættiliga vanligt við bummgjaldi, og eitt nú í Noregi, sum nógv betur enn vit hevur ráð til at lata bilar koyra ókeypis, eru um 160 slík gjaldingarstøð, sum gevur samferðsluumsitingini ikki minni enn 8 mia krónur árliga. Ongin klagar um tað – hetta er bara partur av samfelagstreytunum og er lítið í mun til kostnaðin annars av at ogna sær bil.
Hjá okkum liggur vanligi bilaprísurin millum 200 og 300 túsund krónur, og ikki er óvanligt, at hann fer upp móti teim 500.000 krónunum. Útgjaldið liggur um 25 % og mánaðargjaldið yvir 3-5 ár liggur um 3.000-5.000 kr. Aftrat hesum koma eisini aðrar utreiðslur, sum einhvør bileigari veit um at siga.
Men so hevur tú eisini eitt amboð, sum ikki bara kann flyta teg í dagligum ørindum og til og frá arbeiðsplássi, men sum eisini gevur tær høvi til ríkar náttúruupplivingar í einum tí fagrasta bilferðarlandi, sum hugsast kann. Hvat hevur tað tá at týða at lata eina 20-krónu fyri ferð aftur og fram gjøgnum berghol? Tunnilsumsitingin váttar, at tað tekniskt ongin trupulleiki er hjá teimum at umsita slíka gjaldsskipan og eisini at hava eftirlit við, at bilar á langferð gjøgnum fleiri tunnlar ikki nýtast at rinda fyri meira enn tveir.
Hevði hugaliga semjan millum politikarar kunna rokkið til eina slíka samhaldsfasta gjaldsskipan, sum ruddaði rás fyri einari fullgóðari samferðsluskipan, var nógv vunnið til menningar og trivnað í okkara landi.