Tungvektarar í fiskivinnuni nú í oljuvinnunevnd

Tveir av oddamonnunum í føroyskum vinnulívi, Olaf Olsen og Meinhard Jacobsen hava nú fingið annað beinið í oljuvinnuna. Nú um dagarnar vórðu teir valdir í nevndini í oljufelagnum ?Føroya Kolvetni?

Jan Müller

Aberdeen


Føroyska oljufelagið ?Føroya Kolvetni? hevði aðalfund nú um dagarnar. Tveir av tungvektarunum í føroyskari fiskivinnu eru komnir í nýggju nevndina. Teir eru Olaf Olsen, stórreiðari og stjóri og Meinhard Jacobsen, stjóri í landsins størstu fyritøku, Fiskavirking. Hinir báðir nevndarlimirnir eru Niels Sørensen og Graham Steward, sum er vorðin nýggjur nevndarformaður í felagnum. Niels Sørensen er haraftrat stjóri í felagnum.

Umboð fyri Føroya Kolvetni eru við á altjóða oljumessuni í Aberdeen. Teitur Poulsen, sum fyri kortum varð settur í starv hjá felagnum, er við á føroyska básinum á oljumessuni, har hann umboðar Atlantic Supply Base. Hetta er nýggja verkætlanin fyri eini oljuútgerðarhavn í Rúnavík.

Nýggi nevndarformaðurin í Føroya Kolvetni er hálvur føroyingur. Hann býr í Bretlandi, har hann hevur starvast í oljuvinnuni seinastu 12 árini. Graham Steward er í dag stjóri í lítla oljufelagnum DANA, sum Føroya Kolvetni hevur samstarvsavtalu við. Dana skal taka sær av tøkniliga og menningarliga partinum av arbeiðinum hjá føroyska oljufelagnum.

Graham Steward sigur við Sosialin, at teir fara at tekna nýggjan partapening í Føroyum í næstu framtíð. Í dag er partapeningurin hjá felagnum 500.000 kr. Partaeigarar eru bæði føroyingar og útlendingar. Hann dylur ikki fyri, at hetta verður eisini mynstrið í framtíðini. Teir vilja á henda hátt býta vágan yvir á føroyskar og útlendskar innskjótarar.

Nýggi nevndarformaðurin í Føroya Kolvetni er sera fegin um, at føroyingar nú hava spælt út við eini ítøkiligari tíðarætlan fyri fyrstu útbjóðing. Við kunnleika sínum til altjóða oljuvinnu heldur hann, at stórur áhugi verður fyri fyrstu útbjóðingini, men hann vónar ikki, at føroyskir myndugleikar fara at seta ov harðar treytir fyri fyrstu útbjóðing. -Hesar treytir mugu helst verða betri enn tær bretsku, skulu føroyingar rokna við, at oljufeløgini fara at vága stórar íløgur í hesum annars vágiliga og torføra øki við djúpum vatni og torførum veðurlíkindum. Haraftat kemur øll óvissan.

Graham Steward vísir við hesum til, at føroyingar eiga bert at áseta partafelagsskatt og ongan serskatt ella royalty. Í dag er føroyski partafelagsskatturin 27%. Tað eiga føroyingar at halda seg til.

Sosialurin skilur annars, at føroyskir myndugleikar í løtuni eru við at gera uppskot til treytir. Einki er likið út um talan verður um nakran serskatt. Men tað er ikki ósannlíkt, at talan verður um ein lítlan serskatt ella eitt minni royalty. Hetta fáa vit tó onganstaðni váttað.