Millum tey, sum verða vertir fyri Grannakaffi, eru hjúnini, Poula Norðbúð og kendi landsliðsvenjarin, Bill McLeod Jacobsen. Tey skipa fyri tiltakinum heima við hús í Kálvagerði 2 í Havn og fara at bjóða grannum, vinfólki og kenningum annars til Grannakaffi.
Bill Mcleod sigur, at fyri tey er tað púrasta náttúrligt at vera við í tiltakinum.
- Tað, sum kemur burtur úr, er peningur, sum fer til eitt gott endamál. Sjálvur havi eg tikið lut í ítrótti í nógv ár og havi eisini verið við til at skipa fyri tiltøkum, sum geva pening. Nú vilja vit gjarna vera við til at stuðla Krabbameinsfelagnum við hesum tiltaki.
Bill McLeod vísir á, at tá kona hansara eisini starvast sum samskipari hjá Krabbameinsfelagnum, er tað ógvuliga nærliggjandi, at tey eru partur av hesum tiltaki.
- Pápi Poulu, Jógvan Norðbúð, sum var kendur innan føroyskan fótbólt sum venjari, doyði 58 ára gamal í 2006 av krabbameini. Vit hava eisini ein vinmann í Danmark, sum er fongdur við krabbameini. Vit hava tí havt herviligu sjúkuna tætt upp at okkum.
Hann vísir á, at frá at vera ein frískur maður, gjørdist Jógvan sjúkur og andaðist eftir umleið hálvum øðrum ári.
- Tað var tungt at síggja ein frískan mann, sum Jógvan var, fara soleiðis, men tá sjúkralegan hóast alt gjørdist til hálvt annað ár, fingu vit eisini tíð til at siga Jógvani farvæl, sigur Bill McLeod, ið starvast sum leiðslufulltrúi á Psykiatriska Deplinum.
Lesið meira í Vikublaðnum, sum kemur í hvørt hús í morgin, mánadagin.