Tungmálms sangarar hjálptu Korn

Korn oddamaðurin Jonathan Davis gjørdist álvarsliga sjúkur dagin fyri, at bólkurin skuldi á pallin á bretska Download festivalinum í vikuskiftinum. Davis endaði á sjúkrahúsinum við álvarsligari blóðsótt, ið kundi havt beint fyri honum, var hon ikki funnin í røttum tíma.

Hevði hann fari á pallin, runnið runt og head banga, so kundi hann smollið um við eini heilabløðing.
Restin av bólkinum meldaði tó ikki avboð til Download festivalin, har Korn var eitt av høvuðsnøvnunum. Í samráð við Jonathan Davis spældi Korn í staðin við gestasangarum úr bólkunum Slipknot, Devildriver, 10 Years, Skindred og Avenged Sevenfold, skrivar Billboard.com.