Trý ár eftir at tungmálmsbólkurin Sic fyrstu ferð fór í venjingarhølið, er fyrsta fløgan Pandemonium í dag komin á marknaðin. Talan er um eina fløgu, ið bólkurin sjálvur ætlar skal gerast ein vari, í føroyskum tónleiki.
Í sambandi við útgávuna verður í kvøld útgávuveitsla á REX. Har verður høvi at provokera sansirnar við eini heildaruppliving av SIC. Sjón og hoyrn fáa av at vita, og okkurt smávegis verður eisini til smakkisansin.
Bólkurin sigur sjálvur, at nýggja útgávan skal altjóðagera SIC, og hetta tykist ikki heilt burturvið. Tí longu áðrenn útgávan er vorðin veruleiki, hava fleiri útlendskar málmsútvarpsstøðir víst henni stóran áhuga. M.a. var Sic herfyri at hoyra í avstralskum útvarpi, eins og fleiri aðrar støðir í næstum fara at spæla Sic.
Á tiltakinum í kvøld fer SIC at framføra nøkur løg av nýggju fløguni og vísa okkurt spennandi nýtt tilfar á stórskíggja. Fløgur, T-shirtir og annað verður selt fyri serprís, umframt at SIC signera fløgur.
kemur á marknaðin.
Tiltakið er alment, og í tíðindaskrivi verða fólk biðin um, at møta fjølment og vera við at hátíðarhalda, at Pandemonium gerst varði í føroyskari og altjóða málmssøgu.
Útgávutiltak í REX verður í kvøld, mánakvøldið 26. februar kl 19.00










