Tungasta byrjanin nakrantíð

Petur Simonsen duldi ikki fyri, at hann var nakað lættari í sinni, tá sigurin á Skála var staðfestur

Fótbóltur

Hann er ein av allar mest royndu venjarunum í landinum, og soleiðis hevur hann roynt eitt sindur av hvørjum.
Men slíka byrjan, sum fuglfirðingar hava fingið í ár, hevur Petur Simonsen ongan tíð áður verið vitni til.
 Nei, tða má eg viðganga. At vit longu eftir sjey umfør spæla við knívinum á barkanum, haldi ikki vera nakað, sum eg havi roynt.
Hvussu tacklar tú sum venjari eina slíka støðu?
 Tú má sjálvandi royna at arbeiða, og eg má eisini siga, at spælararnir allir hava vilja arbeitt. Ikki minst hevur hugburðurin verið framúr hesar tríggjar seinastu vikurnar. Okkum hevur kanska vantað trúnna uppá sigrarnar, men nú hava vit so fingið tveir á rað av slagnum, og tað kann vónandi eisini lyfta alt liðið. Ikki minst, tí spælararnir megnaðu at reisa seg frá ringast hugsandi byrjanini mánadagin, heldur Petur.