Tað er ógvuliga tungt hjá føroyska fótbóltslandsliðnum í Kiev í Ukreina. Eitt korter undan leikloki er støðan 5-0 til Ukreina.
Heimaliðið økti til 4-0 tveir minuttir eftir steðgin, og smáir tjúgu minuttir vóru farnir, tá ið støðan gjørdist 5-0.
Trettan minuttir fyri leiklok er Andrew av Fløtum komin á vøllin í staðin fyri Christian Lamhauge Holst.
Jákup Mikkelsen hevur havt tvær heilt stórar bjargingar, og í hinum endanum hava føroyingar roynt seg ímóti ukreinska málinum einar tríggjar ferðir í 2. hálvleiki.