Tung kensla

Soleiðis sum úrslitini annars lagaðu seg, so hevði HB møguleikan at vissa sær gullið í dystinum móti AB. Tí var talan sjálvandi um vónbrot, tá hetta ikki eydnaðist, og liðskiparin, Fróði Benjaminsen, viðgekk eftir dystin, at kenslan ikki var nøkru serlig.

- Tað følist øgiliga tungt. Vit spæla faktiskt ein fínan dyst, men vit klára so bara at fáa tað eina málið, og teir skora upp á eitt fríspark, so tað er ótrúliga svárt.

Fyri steðgin hava tit eitt sera gott tak á dystinum, men tit skora ikki. Og seinastu dystirnar hevur tað gingið striltið at skora. Hvat bilar hjá tykkum?

- Har manglar bara at senda bóltin í netið. Teir hava sjálvandi eina góða verju, sum ikki hevur latið so nógv mál farið inn, so vit vistu av, at tað fór ikki at verða lætt.

Nú hava tit framvegis átta stig niður til næsta liðið, og tað eru bara tríggir dystir eftir. Verður dysturin í Fuglafirði tann, har áskoðararnir hjá tykkum loksins fáa vissu fyri gullinum?

- Tað fer tíðin at vísa. Men vit fara í øllum førum inn á vøllin fyri at vinna tann dystin, staðfestir Fróði Benjaminsen.