Fótbóltur
Ein nigerianskur álopsspælari hevur royndarvant við NSÍ tríggjar ferðir. Teir í NSÍ hava mett, um teir skuldu gera avtalu við 25 ára gamla fremmanda mannin, sum eitur Victor Ezeji. Tað verður av ongum, tí í løtuni heldur NSÍ seg ikki hava brúk fyri álopsspælara av hesum slagnum.
Victor Ezeji kom til Runavíkar úr Viborg, har hann hevur royndarvant. Hann hevur eisini royndarvant í Horsens, har Kent Nielsen ikki helt seg hava brúk fyri honum. Venjari í Viborg er Flemming Nielsen. Hjálparvenjari hjá honum er Tommy Møller Nielsen. Tað er Tommy, sum í samstarvi við Jákup í Stórustovu hevur syrgt fyri, at nigerianski álopsspælarin kom henda vegin.
Í 2003 var um reppið, at Viborg skrivaði sáttmála við henda Victor Ezeji, men tað varð av ongum, tí samráðingarnar við felagið hjá honum í Nigeria endaðu úrslitaleysar.








