Tummas: Størsti dystur hjá einum føroyskum liði nakrantíð (FM1)

(FM1 í Dublin) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við formannin í KÍ, Tummas Lervig í bussinum frá flogvøllinum í Dublin

##med2##

Tað eru minni enn tvey samdøgur undan størsta dystinum í søguni hjá KÍ, Europa League Play Off dystinum á Aviva leikvøllinum í Dublin. Dysturin byrjar klokkan 19.30 hóskvøldið.

Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

ØLL kunnu hoyra FM1 HER

Í bussinum á veg frá flogvøllinum og til gistingarhúsið í Dublin gjørdi reportarin hjá FM1 eina stutta samrøðu við formannin hjá KÍ, Tummas Lervig.

- Hetta er størsti dystur hjá einum føroyskum liði nakrantíð, staðfestir Tummas Lervig.

Tummas sigur, at hann hevur sovið væl í nátt, men hann kendi eina heilt serliga kenslu tá leiguflogfarið hevði lent í Dublin.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Tummas Lervig. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Odmar Færø.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Jóannes Bjartalíð.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Jonn Johannessen.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Patrik Johannesen.

(Samrøða úr Dublin: Tummas Lervig)