Tummas Lervig: - Tað bylgist nakað í mær

- Frítíðin verður brúkt heima á klettunum við at fríðka á matriklinum, og so verður tað ein túrur í kolonihavan í Danmark, sigur Tummas Lervig.

 

Gleðir tú teg at fáa summarfrí? 

- Tað bylgist altíð nakað í mær, tá summarið nærkast. Gleðin at uppliva summarið, kappróður, fótbólt og annað.

Tað sigur Tummas Lervig. 

Hvat fert tú at brúka summarfrítíðina til? 

- Frítíðin verður brúkt heima á klettunum við at fríðka á matriklinum. Nakað av tíð verður helst eisini brúkt upp á KÍ.

Fert tú at ferðast – í Føroyum ella uttanlands? 

- Vit fara eisini ein túr til Danmarkar at njóta tíðina í kolonihavanum hjá okkum.

Hvat søkir tú mest, tá tú ferðast – samveru, støð ella sól? 

- Eg leggi stóran dent á samveruna og njóti hana saman við mínum børnum og abbabørnum, sigur Tummas Lervig.