UEFA hevur gjørt av, at dysturin millum KÍ og Bodø/Glimt verður útsettur til í morgin klokkan 18. Ferðalagið hjá Bodø/Glimt hevur staðið veðurfast í Norra seinastu dagarnar, men væntast at koma seinnapartin í dag.
- Hetta var tann besti av møguleikunum, sum vit fingu. Okkurt annað uppskot var, um at spæla á middegi í morgin fyri ongum áskoðarum, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.
Formaðurin boðaði í gjár frá, at KÍ var sinnað at flyta dystin ein tíma ella tveir í kvøld, men at felagið helst ikki vildi flyta dystin longri enn tað, tí eini hundrað hjálparfólk standa klár til í kvøld. Nú er UEFA komið upp í leikin og nýtt tíðspunkt sett á.
- Tað var ein av høvðusorsøkunum, at vit vildu spæla dystin seinni á degnum í morgin, um hann bleiv fluttur. Tað er eitt stórt arbeiði, at fáa hundrað hjálparfólk, at fyriskipa ein slíkan dyst. Tað skal alt flytast til í annaðkvøld, sigur Tummas Lervig.
Tað kemur eisini at ávirka áskoðararnar, at dysturin er fluttur ein dag. Sum støðan er í løtuni, verður ikki væntað at teir um 40 áskoðararnir hjá Bodø/Glimt, verða at síggja í Djúpumýru í annaðkvøld.
Talan er um fyrsta undanumfarið í Champions League kappingini. Norska meistaraliðið vann fyrra dystin 3-0. Tá fór ferðalagið hjá KÍ avstað í góðari tíð. Farið varð úr Føroyum longu sunnudag. Bodø/Glimt tók hinvegin ikki av møguleikanum, at ferðast við Atalntic Airways sunnudagin, men vildi heldur flúgva við leiguflúgvara mánadagin. Tað er nú komið teimum aftur um brekku.
Av tí at Bodø/Glimt vann 3-0, hevði ein sigur á skriviborðinum til KÍ givið nýggjar avbjóðingar. Tí ein slíkur sigur svarar til 3-0. So hevði staðið á jøvnum. Her er sum skilst ongin greið mannagongd hjá UEFA.
Dysturin millum KÍ og Bodø/Glimt verður í morgin klokkan 18. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.










